Siga frá tveimum flogbóltsdystum í Sørvági seinnapartin

(FM1) Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá SÍ-Mjølnir (kvinnur) klokkan 14, og SÍ-Fleyr (menn) klokkan 16

Óli G. Samuelsen sigur frá tveimum dystum í bestu flogbóltsdeildunum á FM1 seinnapartin í dag

Óli G. Samuelsen sigur frá tveimum dystum í bestu flogbóltsdeildunum á FM1 seinnapartin í dag

Seinnapartin sigur FM1 frá tveimum flogbóltsdystum í meistaradeildunum. Báðir dystirnir vera spældir vesturi í Sørvági.

Klokkan 14 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum millum kvinnuliðini hjá SÍ og Mjølnir. Klokkan 16 Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum millum mansliðini hjá SÍ og Fleyr.

Samrøður við umboð fyri SÍ, Mjølnir og Fleyr koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu lurta eftir FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Óli G. Samuelsen sigur frá tveimum dystum í bestu flogbóltsdeildunum á FM1 seinnapartin í dag