Siga frá VÍF-H71 leygardagin og Neistin-StÍF sunnukvøldið

Leygardagin klokkan 16 sigur Tróndur Arge frá VÍF-H71, kvinnur. Sunnukvøldið klokkan 19 sigur Sjúrður H. Hoydal frá Neistin-StÍF, menn

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá VÍF-H71, kvinnur klokkan 16 leygardagin, og Neistin-StÍF, menn klokkan 19 sunnukvøldið

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá VÍF-H71, kvinnur klokkan 16 leygardagin, og Neistin-StÍF, menn klokkan 19 sunnukvøldið

Hetta vikuskiftið sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti.

Leygardagin klokkan 16 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum í bólki 2 hjá kvinnum millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna. Bæði liðini vunnu sínar dystir í 1. umfari, og vinnarin av dystinum í Vestmanna fær tí eitt ógvuliga gott útgangsstøði at vinna seg í hálvfinalurnar.

Sunnukvøldið klokkan 19 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í bólki 2 millum Neistan og StÍF í høllini á Hálsi í Havn. StÍF vann greiðan sigur á Team Klaksvík í 1. umfari. Neistin tapti fyri Kyndli, og tí hava neistamenn knívin á barkanum áðrenn dystin.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri VÍF, H71, Neistan og StÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

 

 

 

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá VÍF-H71, kvinnur klokkan 16 leygardagin, og Neistin-StÍF, menn klokkan 19 sunnukvøldið