Siga frá VÍF-Kyndil klokkan 17 og H71-Neistin klokkan 20

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge verða frásøgumenn hjá FM1 til FM-finalurnar í hondbólti, ið verða spældar í dag

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá FM-finalunum í hondbólti á FM1

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá FM-finalunum í hondbólti á FM1

Í dag er stórur FM-finaludagur í hondbólti. Klokkan 17 byrjar 2. FM-finalan millum VÍF og Kyndil í SMS-deildini í høllini í Vestmanna. Endar dysturin við javnleiki ella vinnur VÍF eru vestmannakvinnur føroyameistarar. Vinnur Kyndil skal 3. og seinasta FM-finalan spælast í Vestmanna í morgin klokkan 17.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá 2. FM-finaluni millum VÍF og Kyndil. Sendingin byrjar klokkan 16.50.

 

Klokkan 20 í kvøld verður 5. og seinasta FM-finalan í Okkaradeildini millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini. Dysturin skal avgerast, og er javnleikur aftaná 60 minuttir verður longd leiktíð. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

 

 

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá FM-finalunum í hondbólti á FM1