Síggið fagnaðin tá ið Føroyar vinna badmintonbronsu

Síggið avgerandi bóltin tá ið Føroyar vunnu bronsu í badminton og fantastiska fagnaðin her

Bartal Poulen, ið dystaðist fýra ferðir henda dagin og Erik Engelbrech Thomsen, formann í Badmintonsambandinum sláa lógvarnar saman eftir bronsan er komin í hús. (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Bartal Poulen, ið dystaðist fýra ferðir henda dagin og Erik Engelbrech Thomsen, formann í Badmintonsambandinum sláa lógvarnar saman eftir bronsan er komin í hús. (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Føroyar vunnu bronsudystin í badminton 3-0 á Oynni Man fyrr í dag.

Fyrrapartin máttu føroyingarnir lúta fyri Guernsey, men seinnapartin fekk liðið uppreisn og bronsuheiðursmerki til stóra frøi fyri ídnu fjeppararnar.

Í sera teprum dysti, eydnaðist tað Niclasi Eysturoy og Bartali Poulsen at basa mótstøðuni í tvímansleiki. Frammanundan høvdu Bartal Poulsen og Adhya Nandi vunnið hvør sín einmansleik.

 

Niðanfyri síggjast sjónbrot frá tá ið Niclas Eysturoy og Bartal Poulsen vinna tvímansleikin hjá monnum og risastóra fagnaðin fyri hesum millum mongu fjeppararnar og liðfelagarnar.

 

##med2##

 

##med3##

Bartal Poulen, ið dystaðist fýra ferðir henda dagin og Erik Engelbrech Thomsen, formann í Badmintonsambandinum sláa lógvarnar saman eftir bronsan er komin í hús. (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Síggj seinasta bóltin tá ið Føroyar vinna tvímansleikin hjá monnum í bronsudystinum í liðkappingini í badminton (Upttøka: Gyðja Tróndardóttir)

Síggj ovurstóra fagnaðin fyri bronsuni (Upptøka: Gyðja Tróndardóttir)