Signhild hevur verið í hylinum

Signhild Joensen hevur í nátt verið í hylinum til World Cup í Tokyo

Mynd: (Svimjing.com)

Mynd: (Svimjing.com)

Signhild Joensen royndi seg í nátt á World Cup stevnu í Tokyo, har hon svam 50 rygg. Tað gjørdi hon við tíðini 30.27 sekund, skrivar svimjing.com.

Besta tíð hjá henni nakrantíð, er føroyska metið á 29.54 sekund frá EM í Glasgow í 2018, meðan besta tíð í ár er 29.74 frá Bergen Swim Festival 2019.

Hetta vikuskiftið skipa japanar fyri World Cup stevnu í Tokyo. Innleiðandi riðlarnir byrja klokkan tvey um náttina føroyska tíð. Tað er klokkan 10 lokala tíð í Tokyo, sum er 8 tímar frammanfyri okkum í Føroyum.

Luttøkan hjá Signhild verður:

Leygarmorgun 3. august: 100 rygg

Sunnumorgun 4. august: 200 rygg 

FINA stroymar World Cup á finatv.live/en, sum krevur hald fyri at síggja.

Mynd: (Svimjing.com)