Signhild nummar 20 til World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg aftur í nátt á World Cup stevnuni í Tokyo. Hon svam seg har til 1:04.14 í 100 metra ryggsvimjing og bleiv nummar 20 av 22.

Tíðin í dag er umleið sama tíð sum hennara 1:04.04 á HM í Gwangju, har besta tíð hjá henni annars er føroyska metið á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og 2019.

Í gjár svam hon 50 metrar rygg í tíðini 30.27 sekund. Besta tíð hjá henni nakrantíð er føroyska metið á 29.54 sekund frá EM í Glasgow í 2018, meðan besta tíð í ár er 29.74 frá Bergen Swim Festival 2019.