Signhild, Óli og Alvi til HM í Gwangju

Svimjing: Signhild Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm skulu til HM

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur avgjørt, at taka út tríggjar svimjarar til heimsmeistarastevnuna 2019 í svimjing á langgeil, sum verður í Gwangju í Suðurkorea frá 21. til 28. juli 2019.

##med2##

Signhild Joensen og Óli Mortensen hava klárað ásettu kravtíðir til hesa stevnu, meðan Alvi Hjelm er eyka úttikin vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu. Ferðaleiðari verður Lis Gøthe í Jákupsstovu, og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo. Afturat teimum verður Rókur í Jákupsstovu við á ferðini, vegna aðalfund hjá FINA í Gwangju 19. juli.

Svimjararnir eru:

Signhild Joensen (2000), Ægir

Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag

Alvi Hjelm (1996), Havnar Svimjifelag