Símun: Avrikið í fyrra hálvleiki var ússaligt (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Adeshina Lawal bjargaði AB eitt stig móti Skála, og hoyr AB-venjaran, Símun Samuelsen seta orð á sjeynda javnleikin í ár

Símun Samuelsen og hansara menn í AB fingu tann sjeynda javnleikin hetta kappingarárið í kvøld, tá Skála vitjaði úti í Vika á Argjum

Símun Samuelsen og hansara menn í AB fingu tann sjeynda javnleikin hetta kappingarárið í kvøld, tá Skála vitjaði úti í Vika á Argjum

##med2##

Kappingarárið 1991-1992 høvdu Bolton Wanderers 17 javnleikir í einum kappingarári. 

Tað fer AB neyvan at megna í hesum kappingarárinum í Betrideildini, men tað er merkisvert, at AB aftaná 16 dystir hevur tapt níggju og hevur spælt sjey javnar.

Í kvøld var leingi vandi fyri tí 10. tapinum, men Adeshina Lawal valdi løtuna væl at skjóta fyrsta málið fyri AB í Betrideildini 2020, og tað málið tryggjaði AB sjeynda javnleikin í ár.

AB - Skála 1-1 (0-1)

0-1: Jan Ingason Hansen 34.

1-1: Adeshina Lawal 74.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum Adeshina Lawal skoraði fyri AB.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen, ið venur AB saman við Tonny Brimsvík. Símun hevði sett nøsina upp móti fyrsta sigrinum í landskappingini í kvøld, men hann staðfestir eitt ússaligt avrik hjá AB í fyrra hálvleiki í kvøld. Á plussíðuni var tó, at liðið avrikaði munandi betri í seinna hálvleiki, og javnleikurin heldur av illum frástøðuna niður til Skála á stigatalvuni. Hjá Símuni og liðnum kom tað eisini illa við, at Rógvi Poulsen ikki var við í kvøld. 

HER  ber til at hoyra málið hjá Skála og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Skála-venjaran, Sorin Anghel. 

Símun Samuelsen og hansara menn í AB fingu tann sjeynda javnleikin hetta kappingarárið í kvøld, tá Skála vitjaði úti í Vika á Argjum

(Samrøða: Símun Samuelsen)