Símun fegnast um sigurin hjá HB - Jan staðfestir gott ÍF-avrik (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður, ið Árni Gregersen hevur gjørt við Jan Ó. Ellingsgaard (ÍF) og Símun Samuelsen (HB) um ÍF-HB 0-2 (0-0)

Símun Samuelsen og liðfelagarnir í HB kunnu fegnast um annan sigurin á rað

Símun Samuelsen og liðfelagarnir í HB kunnu fegnast um annan sigurin á rað

##med2##

HB vann annan dystin á rað tá teir fyrr í dag í Fuglafirði vunnu 2-0 á ÍF. HB vann sera sannførandi 2-0 sigur í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin síðani fyrsta apríl 2013, at HB fer úr Fuglafirði við sigri. Ta ferðina endaði tað eisini 2-0 til HB. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, tá ið HB hevði eina rúgvu av málmøguleikum. Pætur J. Petersen setti hol á við stútara eftir horna, og Daniel Johansen økti til 2-0 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi aftaná dystin. Árni Gregersen prátaði við:

1) Jan Ó. Ellingsgaard, liðskipara hjá ÍF sum staðfestir eitt gott leikligt avrik og ein góðan hugburð hjá ÍF móti einum sterkum HB-liði í dag hóast 0-2 tapið.

2) Símun Samuelsen, ið fegnast um 2-0 sigurin. Símun heldur, at tað er altíð torført at møta einum liði sum hevur fingið nýggjan venjara, og tað staðfestir hann var tilfeldið í dag. Í HB taka teir ein dyst í senn og byggja spakuliga uppá.

 

862021520
B36960312918
NSÍ851214916
Víkingur8512171316
Skála850313615
HB9432151015
TB82247168
EB/S82069136
ÍF81168194
AB81079223

Sunnudagin 12. mai

NSÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

 Mánadagin 13. mai

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00 (FM1 Sigur frá dystinum)

Símun Samuelsen og liðfelagarnir í HB kunnu fegnast um annan sigurin á rað

(Samrøður: Jan Ó. Ellingsgaard (ÍF) og Símun Samuelsen (HB))