Símun skal venja B36

Eftir at hava verið høvuðsungdómsvenjari í trý ár skal Símun Joensen nú venja teir næstbestu í árstalsfelagnum

Jákup Mørk, formaður í B36, og Símun Joensen, sum nú fer at venja næstbesta liðið mynd: b36.fo

Jákup Mørk, formaður í B36, og Símun Joensen, sum nú fer at venja næstbesta liðið mynd: b36.fo

Tíggju tey seinastu árini hevur Símun Joensen fyri tað mesta verið í B36. Undantakið var í 2015, tá ið Símun var í barndómsfelagnum í Klaksvík, har hann var hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomassen.

Trý tey seinastu árini hevur hann verið høvuðsvenjari í ungdómsdeildini í árstalsfelagnum, og nú boðar B36 frá, at Símun verður venjari hjá næstbesta liðnum, sum spælir í næstbestu deildini.

Í fjør var B36 inntil síðsta leikdag í vanda fyri at flyta niður úr næstbestu deildini. Tað eydnaðist at sleppa undan niðurflytingini. Á næstbesta liðnum eru nógvir ungir spælarar, sum hava vón um at verða partur av besta liðnum. Saman við teimum eru einir tríggir ella fýra veteranar.

Hjálparvenjarar hjá Símuni vera Allan Tungá og Símun Rógvi Hansen, sum verjir málið á besta liðnum.

Símun Joensen spældi við besta B36 liðnum 2010 til 2014. Hann var við til at vinna FM í 2011 og 2014.

Jákup Mørk, formaður í B36, og Símun Joensen, sum nú fer at venja næstbesta liðið mynd: b36.fo