Símun skal venja felagsliðið

Felagsliðið hjá teimum á Skála og EB/Streymi hevur sett nýggjan venjara

Símun Eliasen saman við formanninum í EB/Streymi, Fróða Reinert Petersen, vinstrumegin, og formanninum á Skála, Inga Hansen, høgrumegin

Símun Eliasen saman við formanninum í EB/Streymi, Fróða Reinert Petersen, vinstrumegin, og formanninum á Skála, Inga Hansen, høgrumegin

Felags kvinnuliðið hjá EB/Streymi og Skála hevur fingið nýggjan venjara.

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

EB/Streymur/Skála hevur sett Símun Eliasen sum venjara hjá besta kvinnuliðnum 2021.

Símun spældi í bestu fótbóltsdeildini í fleiri ár, og millum annað var hann við til at vinna steypakappingina við EB/Streymi í 2007.

Sum venjari hevur Símun UEFA A-lisens og hevur drúgvar royndir sum venjari, og úr rúgvuni kann nevnast, at hann í tvey ár stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá ÍF, og eisini hevur hann staðið á odda fyri 1. deild hjá HB í fleiri umførum. Seinast var Símun hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.

Komandi árið skal Símun saman við Óla Ejdesgaard, Sunnuvá Vesturdal og Per Mikkelsen standa á odda fyri at menna eitt sera ungt og spennandi lið í Betri deildini hjá kvinnum. Ungdómsliðini í feløgunum hava farna kappingarár staðið seg sera væl og vóna vit, at tilgongdin av Símuni eisini kemur at síggjast aftur í yngru deildunum hjá feløgunum.

Vit ynskja Símuni bestu eydnu við komandi avbjóðingunum og gleða okkum til eitt sera spennandi kappingarár!

Símun Eliasen saman við formanninum í EB/Streymi, Fróða Reinert Petersen, vinstrumegin, og formanninum á Skála, Inga Hansen, høgrumegin