Símun: Vit høvdu møguleikan til meira (FM1)

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen staðfesta ergiligt og tepurt tap móti NSÍ á heimavølli

Símun Samuelsen og hansara menn í AB tóku ikki av møguleikanum at fáa eitt gott stig móti NSÍ í dag (Savnsmynd)

Símun Samuelsen og hansara menn í AB tóku ikki av møguleikanum at fáa eitt gott stig móti NSÍ í dag (Savnsmynd)

##med2##

- Vit høvdu møguleikan til meira í dag. Hetta staðfestir annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen aftaná tepra 2-3 ósigurin móti NSÍ á heimavølli. 

- Tá ein tapir ein dyst kann ein bara takka sær sjálvum, sigur Símun Samuelsen, ið serliga iðrar seg um tað fyrsta málið hjá NSÍ.

AB – NSÍ (1-1)

0-1: Aron Kundsen 8.

1-1: Bjarki C. Nielsen 17.

1-2: Petur Knudsen 77.

2-2: Bjarki C. Nielsen 86.

2-3: Klæmint A. Olsen 88.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Símun Samuelsen aftaná spennandi dystin úti í Vika á Argjum. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum, ið komu úti í Vika á Argjum í dystinum millum AB og NSÍ. 2) Hoyr viðmerkjaran, Heðin Askham taka samanum málini og taka samanum dystin, ið Heðin heldur vera eitt gott avrik hjá AB, har argjamenn eiga at iðra seg, at teir standa eftir við ongum. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná dystin.  

 

 

Símun Samuelsen og hansara menn í AB tóku ikki av møguleikanum at fáa eitt gott stig móti NSÍ í dag (Savnsmynd)

(Samrøða: Símun Samuelsen)