Sjálvboðið arbeiði og stuðlar eru avgerandi í Evropa Cup

Luttøka í Evropa Cup kostar pengar, men tað ber væl til við góðari hjálp.

Lykiln er tann sami í Europa Cup, sum tá ið tey ungu royna seg: Felags arbeiði og foreldur sum matgera

Lykiln er tann sami í Europa Cup, sum tá ið tey ungu royna seg: Felags arbeiði og foreldur sum matgera

 Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystunum

- Vit eru so heppin at vit hava nógv fólk í felagnum, sum hava átikið sær nógvar uppgávur, sigur Anna Dam, forkvinna í H71 áðrenn fyrstu roynd felagsins í Europa Cup. Dystirnir verða spældir í Føroyum, og tað krevur nógv av einum føroyskum hondbóltsfelag.

Tað kostar at fara í Evropa

- Tað er slett ikki tað sama í hondbólti sum í fótbólti, greiðir forkvinnan frá

- Tú vinnur ikki pengar við at fara í Evropa. Men vit hava nógvar góðar stuðlar í vinnulívinum. Í summar hava vit tosað við stuðlarnar um avbjóðingina, og teir hava verið sinnaðir at økja um stuðulin soleiðis at hetta kundi bera til - So tað er góð undirtøka frá bæði stuðlunum og fólkinum rundan um felagið, staðfestir Anna Dam.

Útreiðslurnar eru ikki ein forðing

- Fyrr hava vit hoyrt ræðusøgur um at feløgini fóru av knóranum, tí at tað kostaði eina hálva millión at spæla, men vit eru øgiliga langt frá tí upphæddini, ger forkvinnan greitt.

in.fo spyr so um felagið kann vænta sær fíggjarliga vinning um tað eydnast at spæla seg víðari.

- Nei, sigur forkvinnan. So fáa vit eina eyka útreiðslu. Fíggjarliga snýr føroyskur hondbóltur í Evropa um at minka útreiðslur heldur enn at vinna inntøkur, sigur forkvinnan í H71, ið kortini sær onkrar møguleikar um tað nú skuldi eydnast at spæla seg víðari.

- Sjálvandi kann eitt gott úrslit merkja at felagið vekir ans, so at tað kann fáa enn meira undirtøku. Tað kann so gerast ein fíggjarligur ágóði, men tað er ikki tað vit hugsa um, staðfestir hon.

Hugsa fyrst og fremst um ítrottarliga útgangsstøði

- Mótstøðuliðið byrjaði við at skjóta upp at spæla báðar dystirnar í Slovenia, men tað var ikki tað stóra ítrottarliga útgangsstøði hjá okkum, hóast tað sjálvandi var fínt fíggjarligt, greiðir Anna Dam frá.

-Vit hava lagt okkum eina góða fíggjarætlan, og vit skulu nokk klára tað fíggjarligu avbjóðingina og hugsa heldur fyrst og fremst um ta ítrottarligu avbjóðingina, sigur forkvinnan og heldur fram:

- Skalt tú hava tað besta útgangsstøðið, so er best at spæla heima. - tað sóu vit millum annað við U21 landsliðnum í 2017. Tá hjálpti tað at hava góða undirtøku, heimligar umstøður, sova í egnari song áðrenn dyst og at eta matin hjá mammu, tekur forkvinnan í H71 til

Slovenar máttu sannførast

- Í fyrstu atløgu fingu teir eitt sindur av einum skelki, tá ið vit vildu sannføra teir um at koma til Føroya. Teir høvdu sum so ongantíð hoyrt um Føroyar fyrr og tá ið teir so hoyrdu hvat ferðaseðlaprísirnir vóru, so gjørdist skelkurin ikki minni, flennir Anna Dam

- Men vit funnu so eitt gott samstarv, og tað hevur ikki verið so nógv togan ímillum okkum. Vit bjóðaðu teimum eina avtalu, har vit býttu ferða- og uppihaldskostnaðin. Tað vóru teir nøgdir við, sigur forkvinnan og ger greitt at tað eru tey í H71 eisini.

Sjálvboðið arbeiði ger tað møguligt

Yrkisleikararnir í Maribor Branik munnu vera vanir við at eta á matstovum ella gistingarhúsum, tá ið teir spæla altjóða hondbólt, men í Føroyum verður ofta gjørt øðrvísi.

- Í staðin fyri at teir eta á gistingarhúsinum, so eru tað foreldur í Hoyvík sum matgera til bæði Maribor og H71 í fýra dagar, greiðir forkvinnan frá.

Vit kunnu siga at vit gera eina bíliga loysn, men eg ivist ikki í at tað verður líka gott sum teir eru vanir við í altjóða hondbólti, sigur Anna Dam og leggur afturat, at onkur av teimum sjálvbodnu foreldrunum hava eisini “professionellar” royndir at gera mat.

 

Les meira um Evropa Cup dystirnar við at trýsta niðanfyri:

 

Elias verður ikki við

Hilmar Leon spælir!

Hetta er mótstøðan hjá H71

Kjartan um Europa Cup

 

H71 vil endurskapa finalupottin á Hálsi

Lykiln er tann sami í Europa Cup, sum tá ið tey ungu royna seg: Felags arbeiði og foreldur sum matgera