Sjálvt Ronaldo situr í sóttarhaldi

Cristiano Ronaldo, NBA, Real Madrid, Leicester og EM-endaspælið er ávirkað av coronasmittuni

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo situr í sóttarhaldi í Portugal

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo situr í sóttarhaldi í Portugal

Coronasmittan hevur sent nógv fólk í sóttarhald, men COVID-19 spyr ikki eftir um tú ert ríkur ella kendur. Fyrr í dag boðaði heimskenda sjónleikaraparið, Tom Hanks og Rita Wilson, frá at tey eru smittaðaði.

Í Portugal situr sjálvur Cristiano Ronaldo í sóttarhaldi, eftir at liðfelagin í italska Juventus, Daniele Rugani, er smittaður. Síðani eru Timo Bubers úr týska Hannover 96 og Manolo Gabbiadini úr italska Sampdoria testaðir positivir fyri coronasmittuni.

Allir spælararnir hjá Real Madrid eru eisini í sóttarhaldi, eftir at ein kurvabóltsspælari frá Real Madrid hevur fingið staðfest smittuna. Kurvabóltsspælararnir og fótbóltsspælararnir venja í somu venjingarstøðini. Av tí sama er seinna 1/8 finalan móti Manchester City í Champions League útsett.

Leicester City, sum vann enska meistaraheitið í 2016, hevur í dag boðað frá, at tríggir spælarar í hópinum hava tekin um coronasmittuna. Her verður væntað, at dystirnir í Premier League verða spældir uttan áskoðarar.

##med2## 

UEFA innkallar til fund

Evropesiska Fótbóltssambandið hevur kallað inn til fund við øll 55 limalondini. Orsøkin er coronasmittan, sum nú ávirkar fleiri av landskappingnum í Evropa. Eitt nú eru landskappingarnar í Spania, Italia, Norra og Danmark millum tær, sum eru útsettar. Tað eru avgerandi Champions League og Europa League dystir í næstum, og so er tað EM endaspælið, sum verður í summar. Hesa ferð verður tað í fleiri av stórbýunum kring alt Evropa.

Altjóða miðlar sum franska L'Équipe skriva, at EM 2020 væntandi verður útsett til summar 2021. Hetta fyri at geva pláss til at landskappingarnar í Evropa kunnu spælast lidnar.

Seinasta útsetingin er seinna 1/8 finalan í Champions League millum Juventus og Lyon.

NBA útsett allar dystir

Heimsins besta deild í kurvabólti, norðuramerikanska NBA, fer í steðg í óásetta tíð eftir at ein spælari í deildini er raktur av Corona-virusi. Tað skrivaðu amerikanskir miðlar í nátt.

##med3##

In.fo skrivaði í gjár um Rudy Gobert hjá Utah Jazz, sum á veg út av einum tíðindafundi at skemta við Corona-virusinum og krámaði borðið og mikorofonirnar, har tíðindafundurin varð hildin. Bara ein dag seinni, verða hann og hinir spælararnir sendir til hús og deildin fer í steðg. Tað vísir seg, at spælarin, sum er smittaður, er hesin sami Rudy Gobert, sum var í skemtiliga lagnum.

Tað eru eisini aðrar ítróttargrein í USA, sum eru raktar av coronavirusinum. Fótbóltsdeildin – Major League Soccer – er útsett í 30 dagar. Tað merkir millum annað, at nýggja felagið hjá David Beckham, Inter Miami, ikki sleppur at spæla sín fysta dyst á heimavøllin nakrantíð enn.

Nú er eisini fyrsta Formula 1 Grand Prix kappkoyringin, sum skuldi verða í Avstralia, avlýst, eftir at ein bilmekanikkari hevur fingið staðfest COVID-19. Tað verður eisini mett at OL, sum eftir ætlan skal verða í Tokyo í Japan í summar, er í vanda fyri at blíva útsett.

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo situr í sóttarhaldi í Portugal

Mynd: (Mirjam Panic/ Instagram) Daniele Rugani (í gula ringinum) og restin av Juventus spælarunum