Nýggjur steypavinnari skal finnast

Kollfirðingar drógu longra stráðið á heimavølli ímóti VÍF.

Savnsmynd: Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði heili 11 av málunum hjá KÍF.

Savnsmynd: Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði heili 11 av málunum hjá KÍF.

Klokkan 20 byrjaði alt avgerandi dystur í bólki 2 í steypakappingini hjá monnum. Dysturin varð spældur í høllini í Kollafirði ímillum KÍF og VÍF. Undan dystinum vistu vestmenningar, at teir skuldu vinna, um teir skuldu vinna seg í hálvfinaluna í kappingini, sum teir vunnu í fjør.

 

Sum vanligt er, tá ið júst hesi liðini spæla, so gjørdist talan um ein sera spennandi dyst. Í fyrra hálvleiki hevði VÍF munin á máltalvuni, men tó var munurin ikki størri enn so, at hálvleiksstøðan var 13-12 til VÍF. 

 

Í seinna hálvleiki drógu kollfirðingar tó longra stráðið. Fram til 55. minutt var lítil og ongin munur á liðunum, men seinastu løtuna mistu vestmenningar høvdið og gjørdu eina røð av feilum. Endaliga úrslitið gjørdist 27-23 til KÍF.

 

Stórskjúttin í dystinum var Hans Eli Sigurbjørnsson, ið skoraði ikki meira enn 11 mál. 

 

Eisini fekk Filip Jojic hjá VÍF reytt kort.

 

Støðan í bólki 2 er nú hendan:

 

1. KÍF - 5 stig

2. Neistin - 3 stig

3. VÍF - 2 stig

4. Team Klaksvík - 0 stig

 

Neistin og Team Klaksvík mangla framvegis at spæla síðsta dystin í bólkinum, sum verður spældur sunnudagin. Longu undan hesum dystinum er tó greitt, at KÍF og Neistin koma víðari úr bólkinum. Vinnur Neistin við níggju málum ella meir ímóti Team Klaksvík, so yvirhálar Neistin KÍF á fremsta plássi í bólkinum. Hetta kann vísa seg at verða ein fyrimunur.

 

Málskjúttarnir frá kvøldsins dysti í Kollafirði vóru hesir:

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Tony Weyhe 5, Andrias Nielsen 2, Fríði Weyhe 2, Teitur Joensen 2, Rúni Joensen 2, Ási Dam 2 og Rógvi Weyhe 1.

 

VÍF: Filip Jojic 6, Nicklas Selvig 5, Áki Egilsnes 5, Hanus Christophersen 4, Julian Olsen 1, Andrias Eriksen 1 og Agnar Joensen 1.