Sjey nýggir landsliðsleikarar spæla ímóti donskum stjørnum í kvøld

Skert og broytt føroyskt landslið skal spæla ímóti danska stórfelagnum, BSV, klokkan 20.00 í kvøld.

Millum annað Rúni Joensen og Sámal á Tjaldrafløtti vóru seinast á landsliðnum ímóti Grønlandi í vetur. Nú skulu teir aftur royna seg í vinardysti, men ímóti sterkari mótstøðu

Millum annað Rúni Joensen og Sámal á Tjaldrafløtti vóru seinast á landsliðnum ímóti Grønlandi í vetur. Nú skulu teir aftur royna seg í vinardysti, men ímóti sterkari mótstøðu

Dysturin Føroyar - BSV verður leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20.00

Danska stórfelagið BSV - Bjerringbro-Silkeborg Voel, har millum annað Jóhan á Plógv Hansen spælir, hevur í vikuni verið á vitjan í Føroyum. Mánadagin og týsdagin var skipað fyri hondbóltsskúla fyri børnum upp til 16 ár, ið vórðu vand av bæði BSV-leikarum og føroyskum landsliðsleikarum. Meira um hetta á in.fo seinni.

Í kvøld er so uppvísingardystur ímillum BSV og føroyska landsliðið.

Fleiri avboð

Nøkur avboð hava verið hjá føroyska landsliðnum. Allan Norðberg og Áki Egilsnes eru upptiknir við felagi sínum, KA, í Íslandi, meðan Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal somuleiðis mugu savna seg um Viking í Norra. Aðrir leikarar, ið ikki eru tøkir eru Rókur Akralíð og Eirikur Simonsen

Eftir seinasta landsdystin, ið var ímóti Danmark í maimánaða, takkaði Tróndur Kragesteen eisini fyri seg á landsliðnum.

Eisini á venjarabonkinum er liðið skert, tí at nýggi hjálparvenjarin á landsliðnum, Dia Midjord, er upptikin við EM-kapping hjá U17-landsliðnum hjá gentum, ið spælir avgerandi dyst í morgin - Eisini meira um hetta á in.fo seinni.

Nakrir nýggir og nakrir royndir

Teir, ið eru úttiknir í kvøld, eru ein blandingur av bæði ungum og royndum leikarum.

Royndastur er Rúni Joensen úr KÍF, ið er úttikin aftur, samstundis sum eisini Sámal á Tjaldrafløtti er úttikin eftir at hann ongan dyst fekk í farnu undankapping.

Av teimum yngru leikarunum eru Leivur Mortensen, Vilhelm Poulsen, Niklas Højgaard Hanusarson, Pætur Mikkjalsson og Bartal Klein Olsen við. Eingin av teimum hava spælt ein A-landsdyst í kappingarhøpi, men fleiri av teimum hava roynt seg í vinardystum.

Sera sterk mótstøða

Hesir ungu leikarar fáa øgiliga mótstøðu í kvøld.

Umframt Jóhan á Plógv Hansen eru bæði Nikolaj Markussen og Nikolaj Øris við á liðnum. Teir tríggir gjørdust heimsmeistarar við Danmark í januar í ár.

Umframt teir eru bæði leikarar sum Michael Knudsen og Jesper Nøddesbo við á liðnum. Teir eru ávikavist 40 og 38 ára gamlir, og teljast ímillum bestu strikuleikarar í søguni. Teir hava eisini báðir vunnið Champions League við ávikavist Flensburg-Handewitt og Barcelona.

 

Dysturin verður leiktur klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi í kvøld

Føroysku leikararnir verða hesir í kvøld:

Nicholas Satchwell

Niklas Simonsen

Rói Berg Hansen

Rúni Joensen

Leivur Mortensen

Peter Krogh

Hans Eli Sigurbjørnsson

Brandur Halgirsson

Jónas Gunnarsson Djurhuus

Bartal Klein Olsen

Sámal á Tjaldrafløtti

Vilhelm Poulsen

Nicklas Selvig

Niklas Højgaard Hanusarson

Pætur Mikkjalsson

Rógvi Dal Christiansen

Millum annað Rúni Joensen og Sámal á Tjaldrafløtti vóru seinast á landsliðnum ímóti Grønlandi í vetur. Nú skulu teir aftur royna seg í vinardysti, men ímóti sterkari mótstøðu