Sjónband: Jóan Símun skoraði aftur

Føroyski landsliðsleikarin tryggjaði Arminia Bielefeld enn eitt stig í dag.

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, var í dag annan dystin á rað á máltalvuni hjá Arminia Bielefeld í týsku 2. Bundesliguni.

Jóan Símun javnaði í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið, 2-2 ímóti Greuther Fürth.

Fyrra málið hjá Arminia Bielefeld átti Jóan Símun eisini sín stóra lut í. Tað var nevniliga hann, sum fekk brotssparkið, ið Fabian Klos setti í netið.

Við javnleikinum í dag er Arminia Bielefeld framvegis ósigrað hetta kappingarárið og er fyribils á einum triðja plássi í 2. Bundesliga.

Sí hæddarpunkt frá dystinum her: