Sjúrður H. Hoydal sigur frá Maribor-H71 á FM1 klokkan 19

H71-legendan, Halgir Dahl Olesen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina á FM1

Sjúrður H. Hoydal sigur sjálvsagt frá seinna dystinum í Challenge Cup, har H71 dystast móti Maribor úr Slovenia

Sjúrður H. Hoydal sigur sjálvsagt frá seinna dystinum í Challenge Cup, har H71 dystast móti Maribor úr Slovenia

Allar Hondbólts-Føroyar eru spentar uppá um H71 megnar at gera enn ein vørr í EHF Challenge Cup kappingini móti slovenska liðnum, Maribor sum tekniskt hevur heimavøll í seinna dystinum í høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 19.

H71 vann fyrra dystin á heimavølli 25-24.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. H71-legendan, Halgir Dahl Olesen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Sjúrður H. Hoydal sigur sjálvsagt frá seinna dystinum í Challenge Cup, har H71 dystast móti Maribor úr Slovenia