Sjúrður sigur eisini frá altjóða dystum hjá H71 (FM1)

Gjøgnum eitt ár hevur Sjúrður H. Hoydal sagt frá felagshondbólti og landsliðshondbólti. Fríggjakvøldið og sunnukvøldið sigur hann frá H71-Maribor

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum IHF Challenge Cup dystunum hjá H71 móti slovenska NK Maribor

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum IHF Challenge Cup dystunum hjá H71 móti slovenska NK Maribor

Gjøgnum eitt ár nú hevur Sjúrður H. Hoydal sagt beinleiðis frá hondbólti í bæði SMS-deildini og í Okkaradeildini. Sjúrður hevur eisini verið til dystirnar fúsur tá talan hevur verið um manslandsliðini og kvinnulandsliðini.

Nú er stundin komin, at Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá Challenge Cup.

Hetta hendir bæði fríggjakvøldið klokkan 19 og sunnukvøldið klokkan 19, tá H71 í høllini á Hálsi í Havn spælir móti NK Maribor úr Slovenia í fyrsta umfarinum í IHF Challenge Cup.

Ein sterk ímynd av H71, Halgir Dahl Olesen verður viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Sjúrði H. Hoydal. 

Klokkan 15.05 verða m.a. samrøður við umboð fyri hópin hjá H71 í SportBoxini á FM1.

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum IHF Challenge Cup dystunum hjá H71 móti slovenska NK Maribor