Skaðalistin er langur í Fuglafirði

Sundalagið hevur ofta takið, tá ið EB/Streymur og ÍF dystast í Fuglafirði

Í kvøld verður punktum sett fyri fimta umfar í bestu fótbóltsdeildini.

ÍF fær vitjan av EB/Streymi. Bæði liðini hava trý stig. Málmunurin hjá EB/Streymi er -5, og hjá ÍF er hann -9.

Tølini siga, at EB/Streymur ofta stendur seg væl í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hava 13 landskappingardystir verið í Fuglafirði millum ÍF og EB/Streym. ÍF hevur vunnið tríggjar ferðir, EB/Streymur hevur vunnið seks ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt.

Málmunurin er 21 – 24.

Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir uttan Arnbjørn T. Hansen, sum er darvaður av vøddaskaða. Hann er hjálparvenjari, og vánirnar fyri at hann næstu ferðirnar fer at hava stórvegis leiklut á vøllinum eru ikki so stórar. Kanska fer hann at verða skiftur inn onkra løtuna fram ímóti dystarenda, tá ið møguleiki er fyri at dyrgja eftir onkrum stigi.

Hjá ÍF fóru bæði Jan Ó. Ellingsaard og Dánjal á Lakjuni av vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið ÍF tapti 5-0 í Runavík. Tað kom illa við, tí miðverjin Jens Joensen, miðvallarin Karl Løkin og vongverjin Pól Jákup Lundsbjerg eisini vóru skaðadarvaðir.

Men í Fuglafirði vóna teir, at fleiri av omanfyri nevndu vera førir fyri at spæla ímóti EB/Streymi

ÍF – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 19.00.