Skaddur Adrian: Hetta var nakað lort

Adrian Justinussen verður ikki við komandi dystirnar fyri HB

Adrian Justinussen verður ikki við komandi seks vikurnar. Hann hevur brotið eitt bein í fótinum. Tað vísa røntgenmyndirnar, sigur Adrian Justinussen í stuttari viðmerking við In.fo.

- Ja, tað er staðfest brot. Seks vikur. Hatta var nakað lort. Har var ongin kontakt, eg stóð fastur í vøllinum, sigur Adrian Justinussen.

Han bleiv skiftur út í tíðliga í fyrra hálvleiki í dystinum móti Víkingi í dag. HB vann 3-0. Frísparksskjúttin verður ikki við komandi seks vikurnar. Millum annað verður hann ikki við mánadagin, tá HB skal spæla topp og grannauppgerð móti B36.