Skal møta einasta kvinnuliga venjaranum í norskum toppfótbólti

Um alt lagar seg skal Patrik Johannesen við Egersund spæla móti Sotra 18. apríl, ið hevur 27 ára gomlu Renate Blindheim sum høvuðsvenjara

27 ára gamla Renate Blindheim er einasta kvinnan, ið er høvuðsvenjari í norskum toppfótbólti hjá monnum. 18. apríl sleppur Patrik Johannesen at møta liði hennara á heimavølli

27 ára gamla Renate Blindheim er einasta kvinnan, ið er høvuðsvenjari í norskum toppfótbólti hjá monnum. 18. apríl sleppur Patrik Johannesen at møta liði hennara á heimavølli

Í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin grundgav Patrik Johannesen fyri hví hann heldur, at triðbesta deildin í Noregi er eitt gott støðið hjá sær, ið vil menna seg sum fótbóltsspælari. Patrik Johannesen hevur skift KÍ út við Egersund til komandi kappingarár.

Samrøðan við Patrik hoyrist  HER.

Millum mótstøðuliðini hjá Egersund í triðbestu norsku deildini er Sotra.

Tað sum er heilt serligt við Sotra er, at høvuðsvenjarin hjá teimum er ein kvinna. 27 ára gamla, Renate Blindheim er einasti høvuðsvenjarin í norskum toppfótbólti hjá monnum. Tá norðmenn sipa til toppfótbólt verður meint við tríggjar tær ovastu deildirnar.

Í fjør summar tók Renate Blindheim við ábyrgdini av Sotra, og var nógvur hávi gjørdur burturúr søguligu starvssetanini, og í Noregi sum er eitt land har høgt verður gingið uppí javnstøðu var tað avgjørt markerað sum ein sigur.

Renate Blindheim vónar, at hon um nøkur ár kann gerast høvuðsvenjari hjá einum liði í bestu norsku fótbóltsdeildini hjá monnum.

Renate Blindheim greiddi málsetningin at halda Sotra í deildini í fjør, og tað eydnaðist enntá at koma til endaspælið, ið Bryne við Rógva Baldvinsson á liðnum vann, og harvið flutti upp í næstbestu deildina. Sotra endaði aftast í meistaraspælinum, men málsetningurin varð rokkin langt áðrenn tað.

18. apríl tekur Egersund móti Sotra á heimavølli, og tá fær Patrik Johannesen vónandi roynt seg móti liðnum hjá Renate Blindheim.

7. november í fjør vann Bryne við Rógva Baldvinsson á liðnum 3-0 á Sotra í dysti í endaspælinum í triðbestu deildini.

Millum mótstøðuliðini hjá Egersund eru eisini eykaliðið hjá Rosenborg og gamla liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger.

##med2##

 

 

 

 

27 ára gamla Renate Blindheim er einasta kvinnan, ið er høvuðsvenjari í norskum toppfótbólti hjá monnum. 18. apríl sleppur Patrik Johannesen at møta liði hennara á heimavølli

Renate Blindheim saman við hópinum hjá Sotra, ið verður eitt av mótstøðuliðunum hjá liðnum hjá Patriki Johannesen, Egersund (Mynd: Sotra IK)