Skála brynjar seg av nýggjum

Fleiri ungir spælarar hava seinastu dagarnar skrivað undir uppá, at teir fara at halda fram at spæla á Skála

mynd: Skála Ítróttarfelag

mynd: Skála Ítróttarfelag

Frágongdin hevur verið stór, men teir á Skála ætla sær ikki at leggja kongin.

Tað eru longu fleiri vikur síðani, at nýggi venjarin, Bill Jacobsen, saman við spælarunum fór undir fyrireikingarnar til  nýggja kappingarárið.

Frágongdin hevur verið stór. Fleiri, sum seinastu árini hava verið lyklaspælarar, halda ikki fram í felagnum. Tí er tað greitt, at teir, sum ikki hava spælt so nógv, nú fáa størri leiklutir.

Í dag boðaði Skála Ítróttarfelag frá, at tveir spælarar – Andreas Egeberg Jacobsen og Poul Kallsberg – hava bundið seg at spæla við Skála í 2020. Andreas E. Jacobsen er 20 ára gamal, og Poul Kallsberg er 16 ára gamal.

Niels Pauli Danielsen heldur fram á Skála, og fyrr í vikuni skrivaðu Jan Ingason Hansen og Dávid Johansen undir. Fyri einum mánað síðani varð boðað frá, at Bárður á Reynatrøð verður nýggjur málverji á Skála.

mynd: Skála Ítróttarfelag