Skála er nýtt topplið

07 Vestur tapti í Leirvík, og B71 fekk ein orduligan upp á kassan í Klaksvík

Fjúrtanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var í kvøld.

Kappingin er harvið meiri enn hálvrunnin. Trettan umfør eru eftir at spæla, áðrenn kappingin endar 26. september.

 

Í kvøld vann Skála oddasessin frá 07 Vestur. Skála hevði vitjan av B68, sum noyddist yvir um aftur fjørðin við 3-1 tapi. Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu átta minuttir. So skoraði heimaliðið, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti Skála, tá ið B68 hevði spent álopsbogan í roynd at javna.

 

07 Vestur var í Leirvík, og har var stórur dramatikkur. Tíðliga í 2. hálvleiki legði 07 Vestur seg framum. Víkingur javnaði, tá ið tað restaði eitt korter, og í næstsíðsta minutti skoraði Magnus Gregersen sigursmálið við brotssparki. Tá stóð verjuspælarin Sigtór Petersen í málinum, tí 07 Vestur málverjin Kristian Joensen eftir lítlari løtu hevði sæð gult tvær ferðir og harvið eisini reytt.

 

Viðhvørt kennist tað heilt órættvíst í næstbestu deildini. Tað kunnu sandoyingar skriva undir uppá í kvøld. B71 fór úr Klaksvík við 6-0 tapi. Sandoyingar hittu eftir langa ferðing eitt yrkakvøld eitt sera væl mannað KÍ lið í Klaksvík. Sjey spælarar, sum hava verið á besta KÍ liðnum fyrr í ár, vóru millum teir fyrstu ellivu, og Jóannes K. Danielsen, sum eitt lítið korter undan dystarenda varð klappaður av vøllinum, skoraði hattrikk.

Síðsta stóra hálva tíman var B71 undirmannað, eftir at miðvallarin Høgni Midjord hevði sæð reytt.

Í Gundadali endaði tað málleyst millum B36 og AB, og í Runavík vann NSÍ 3-0 á MB,sum helt tørn, inntil 2. Hálvleikur var tríggjar minuttir gamal.

 

B36-AB 0-0

 

Skála-B68 3-1 (1-1)

0-1: sjálvmál 29.

1-1: Jákup Johansen 42.

2-1: Hendrik á Fríðriksmørk 82.

3-1: Uni Jacobsen 93.

 

NSÍ-MB 3-0 (0-0)

1-0: Hans Marius Davidsen 48.

2-0: Hans Marius Davidsen 62.

3-0: Jens Joensen 103.

 

Víkingur-07 Vestur 2-1 (0-0)

0-1: Jovan Radinovic-Panic 53.

1-1: Sámal J. Joensen 76.

2-1: Magnus Jarnskor br 89.

Reytt kort: Kristian Joensen, 07 Vestur 87. (tvey gul)

 

KÍ-B71 6-0 (3-0)

1-0: Jóannes K. Danielsen 22.

2-0: Henry Heinesen 27.

3-0: Jóannes K. Danielsen 33.

4-0: Jóannes K. Danielsen 53.

5-0: Henry Heinesen br 62.

6-0: Hjalgrím Elttør 84.

Reytt kort: Høgni Midjord, B71, 56. (beinleiðis reytt)

 

Støðan

Skála 33

07 Vestsur 32

B68 26

B71 23

AB 23

KÍ 21

NSÍ 16

Víkingur 13

B36 8

MB 2

07 Vestur og NSÍ hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.

 

15. umfar

Sunnudagin 14. juni

B71-B36

MB-KÍ

AB-Skála

B68-07 Vestur

NSÍ-Víkingur