Skála fall við æru í Sarpugerði (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Skála heldur, at hansara menn stríddust væl móti einum sterkum Víkinga-liði

Savnsmynd: fsf.fo

Savnsmynd: fsf.fo

##med2##

Skála tapi 2-5 móti Vìkingi, men teir løgdu seg á odda 1-0, mundu verið á odda í steðginum, og í seinna hálvleiki komu teir inn aftur í dystin tá tað sá svartast út.

Víkingur – Skála 5-2 (1-1)

0-1: Andreas E. Jacobsen 9.

1-1: Finnur Justinussen 45.

2-1: sjálvmál 48.

3-1: Sølvi Vatnhamar br 64.

3-2: Jan Ingason Hansen 68.

4-2: Lukasz Cieslewicz 83.

5-2: Gunnar Vatnhamar 89.

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen heldur, at hansara menn vístu góðan hugburð og stríddust væl móti einum sterkum Víkinga-liði. So sjálvt um talan ikki gjørdist um eitt úrslit hann ynskti, so fekk hann ein góðan hugburð frá liðnum hjá Skála.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Finnur Justinussen hjá Vìkingi. 

Savnsmynd: fsf.fo

(Samrøða við Bill McLeod Jacobsen)