Skála fekk bøtt um skaðan í seinna hálvleiki (FM1)

(FM1) Veteranurin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen væntar, at botnliðini fara at fáa fleiri høgg frá toppliðunum

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

 Veteranurin, Pætur Dam Jacobsen kom inn fyri Skála tá liðið var aftanfyri 0-3 móti NSÍ á heimavølli. Tá var lítið meir enn ein hálvur tími spældur av dystinum, og fáar minuttir seinni var støðan 0-4, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Pætur Dam Jacobsen staðfestir eitt greitt tap, og hann væntar, at botnliðini fara at vera út fyri nógvum stórtapum í hesum kappingaárinum tá tey møta toppliðunum.

Á plusssíðuni er Pætur fegin um, at skaðin ikki gjørdist størri hjá Skála. At liðið helt málið reint í seinna hálvleiki gevur eisini eina frægari kenslu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Dam Jacobsen. 

HER  ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum hjá NSÍ. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Petur Knudsen. 

Savnsmynd

(Samrøða: Pætur Dam Jacobsen)