Skála hevur nýggjan miðverja

Fagnaður er í Fuglafirði um nýggja og glæsiliga felagshúsið

mynd. if.fo

mynd. if.fo

Tað var í fyrsta umfari, tá ið fuglfirðingar vóru á Skála, at fyrsta ábendingin sást um, at nú fór tað at hilnast betri hjá ÍF, enn tað gjørdi í fjør. ÍF vann 2-1 á Skála, og nýggi ÍF álopsspælarin Uros Stojanov skoraði bæði málini hjá fuglfirðingum.

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum í landskappingini. Í steypakappingini eydnaðist tað at vinna 4-3 á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

Í Fuglafirði er fótbóltslagið gott. Í gjár tóku tey nýggja og glæsiliga ítróttarhúsið í nýtslu, og harvið er karmurin um alt virksemið hjá felagnum flutt nógv ára tíggju fram í tíðina sammett við tað, sum hevur verið.

Hjá ÍF eru brøðurnir Bogi og Karl Løkin ikki tøkir. Teir eru báðir illa darvaðir av vøddaskaðum.

Tað er ivasamt, um vongverjin í høgru Sjúrður Pauli Nielsen verður førur fyri at spæla.

Á Skála kemur tað væl við, at Petur Pauli Mikkelsen er aftur í miðverjuni. Hann hevur síðsta árið verið á flatlondum í útbúgvingarørindum. Mikukvøldið spældi hann allan steypadystin ímóti FC Hoyvík á tamb.

Teitur R. Joensen hevur verið á vøllinum aftur og vant, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið darvaður av punkteraðum lunga. Skaðalistin er framvegis langur – Teitur Poulsen, Hjalti Strømsten, Karl Martin Johansen, Andreas Egeberg og Rói Olsen.

Í fjør vann Skála tvær ferðir í Fuglafirði og einaferð á Skála ímóti ÍF.

ÍF hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti Skála síðani 27. juli 2014. Úrslitið var 1-0, og Clayton Soares skoraði málið. 

mynd. if.fo