Skála hevur skorað

Heimaliðið á Skála er á odda ímóti B36, nú teir fara at hvíla seg

Í skugganum av europeisku avbjóðingini hjá KÍ í Dublin spæla Skála og B36 landskappingardyst á Skála í kvøld.

Fyrsta bríksl var klokkan 19, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 1-0 til Skála.

Skála legði seg á odda í áttanda minutti. Niels Pauli Danielsen legði við frísparki innfyri úr høgru, og mitt fyri málinum var tað lítlibeiggin Aksel B. Danielsen, sum stýrdi bóltin í málið.

Tað er eitt frískt lot, og heimaliðið hevur havt lotið undan.

Dygst undan steðginum var um reppið, at Skála økti um leiðsluna, eftir at Ronni Møller Iversen hevði lagt innfyri úr vinstru við horna, men Hannes Agnarsson bjargaði á málstrikuni, tá ið skálamenn við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu royndu seg.

 

Skála – B36 (1-0) kl. 19.00

Dómari: Dagfinn Forná

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Poul Kallsberg –  Aksel B. Danielsen

B36: Símun Rógvi Hansen – Andreas Thomsen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Stefan Radosavljevic, Ragnar Samuelsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Hannes Agnarsson – Sebastian Pingel