Skála ÍF brynjar seg til komandi tíðir

Skála hevur gjørt tvey ára sáttmálar við fýra av teimum ungu spælarunum, sum eru á besta liðnum

Um vikuskiftið hevur Skála ÍF gjørt tvey ára sáttmála við fýra av okkara ungu spælarum á besta liðnum. Talan er um Andreas Egeberg Jacobsen, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Poul Kallsberg.

- Kristian Martin er 23 ára gamal. Í fjør bleiv Kristian Martin illa skaddur tíðliga í kappingarárinum, men í ár hevur Kristian Martin havt eitt gott kappingarár á besta liðnum, har hann serliga ger seg galdandi í miðverjuni, men er eisini fúsur á øðrum verjukendum plássum á liðnum, skrivar Skála ÍF og leggur afturat:

- Hinir tríggir, Andreas 20 ár,  Jan Ingason 22 ár, og Poul 17 ár, eru allir við har frammi á vøllinum. Jan og Poul í tí álopskenda partinum av miðvøllinum, og Andreas sum vongur. Jan hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men hevur í ár skotið sjey mál í Betri deildini. Hinir báðir Poul og Andreas hava skotið ávíkavíst tvey og eitt mál higartil. Allir tríggir hava nógvar dystir fyri felagið við í skjáttuni, skrivar Skála ÍF.

Felagið boðar eisini frá, at fleiri undirskriftir eru á veg bæði innan venjarapartin og í spælarahópinum. Hartil fegnast felagið um, at ungu spælararnir standa saman um felagið.