Skála spældi javnt fyri sjeyndu ferð

1.DEILD: Víkingur skoraði beinanvegin, og Skála skoraði beinanvegin í seinna hálvleiki

Tað grettir næstan ikki. Tá ið teir næstbestu hjá Skála eru annar parturin, so endar tað við javnleiki.

Í dag var níggjunda umfar, og fyri sjeyndu ferð vóru skálamenn partur av javnleiki.

Uppi á Brekkum í Leirvík tóku teir næstbestu hjá Víkingi ímóti, og longu í triðja minutti legði heimaliðið seg framum.

Eftir innlegg úr høgru og eftir at bólturin hevði verið á stólpanum var tað Hans Jákup Lervig, sum legði Víking framum 1-0.

Skála javnaði til 1-1 í tíggjunda minutti. Bólturin varð spældur inn um verjuna í vinstru, har sera kviki Andreas Egeberg Jacobsen varð leysur og sendi bóltin í handara síðunetið aftanfyri Bárð á Rynatrøð, sum vardi Víkingamálið.

Tveir minuttir eftir steðgin legði Skála seg framum 2-1. Málskjútti var evnagóði og kviki Poul Kallsberg. Erland B. Danielsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, vann bóltin og royndi seg við skoti, og tá ið bólturin stakk út aftur, var Poul Kallsberg fyrstur og skoraði.

Níggju minuttir eftir steðgin var aftur javnt. Milan Svojic legði bóltin fram millum miðverjarnar, har Ingi Jonhardsson varð leysur og skoraði og so var 2-2, sum eisini varð úrslitið.

Á Víkingaliðnum vóru eitt nú Gert Hansen, Hans Jákup Lervig og Bergur Gregersen.

Á Skálaliðnum vóru eitt nú Niels Pauli Danielsen og Andreas Egeberg Jacobsen, sum vóru á vøllinum í fyrrahálvleiki.

Víkingur er næstfremst við 20 stigum – tvey aftanfyri 07 Vestur – og Skála er á fimta plássi við níggju stigum.

Um eina viku skal Víkingur spæla á útivølli ímóti B36, og Skála fær vitjan av B68.