Skála spilti spælið á sjómannadegnum

Hóast klaksvíkingar vóru frammanfyri 2-0, so megnaðu gestirnir av Skála at reisa seg og vinna eitt stig

Tað er einki lag í heimaleguni, nú Dagfinn Forná í øllum mjørkanum í kvøld hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, har nýggju ljósini av álvara eru komin til sín rætt.

Máltalvan vísir 2-2. Tað var eisini hálvleiksstøðan.

Fyrsti løtuna var heimaliðið av álvara á sigurskós. KÍ legði seg framum 2-0, og í báðum førum var tað eftir hornaspark úr vinstru frá Patrik Johannesen. Fyrra málið skoraði Boris Dosljak við nærra stólpa, og seinna málið skoraði Jóannes Bjartalíð við nærra stólpa.

Klaksvíkingar vóru stinnir, sinniligir og sannførandi og gjørdu eingi mistøk. Men fram ímóti steðginum var talan um tvey skammlop hjá heimaliðnum, og skálamenn tóku av. Teir skoraðu tvey mál, og í báðum førum var tað eftir horna.

Fyrra málið skoraði miðvallarin Haraldur R. Højgaard eftir horna úr vinstru, og seinna málið var sjálvmál eftir stutt horna úr vinstru. Heðin Klakstein legði innfyri, og KÍ miðverjin Jespter Brinck var óheppin, tá ið hann stýrdi bóltin í sítt egna mál, tá ið hann royndi at sparka burtur.

Tað var eisini lívligt eftir steðgin. Spurningurin hjá báðum pørtum var, hvussu nógv skuldi leggjast fyri at vinna og harvið, at møguleikin fyri at missa javnleikin varð øktur.

Skála fyritreytirnar vóru ikki so góðar. Liðformðauin Pætur Dam Jacobsen var ikki við, Teitur R. Joensen varð skaddur undir upphitingini, stinni verjuspælarin Jákup Jakobsen var ikki førur fyri at spæla í seinna hálvleiki, og Niels Pauli Danielsen fór skaddur av vøllinum.

Hjá KÍ kom tað illa við, at Simen Sandmæl tíðliga í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum. Í hansara stað varð settur Semir Hadzibulic, sum leingi hevur verið lyklaspælari.

KÍ spenti síðstu løtuna álopsbogan, og tað vóru spentar støður í báðum endum, men einki mál varð skorað í seinna hálvleiki.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sást væl, at skálamenn fegnaðust um at hava vunnið eitt stig, meðan klaksvíkingar hingu við høvdinum, tí teir kendu seg hava mist tvey stig, eftir at teir í 40 minuttir tóktust hava kós ímóti sigrinum.

Úrslitið ber við sær, at KÍ missir í kappingini um oddasessin, sum B36 nú hevur, og í morgin hevur NSÍ møguleika at taka.

 

KÍ - Skála 2-2 (2-2)

1-0: Boris Dosljak 2.

2-0: Jóannes Bjartalíð 22.

2-1: Haraldur R. Højgaard 43.

2-2: sjálvmál 45.+2.

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Steinbjørn Olsen (Jonn Johannesen, 79.), Ólavur Niclasen (Ísak Simonsen, 46.) - Boris Dosljak, Simen Sandmæl (Semis Hadzibulic, 9.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettkskarð

Gult kort: Boris Dosljak, Semir Hadzibulic

Venjari: Mikkjal Thomassen

Skála: Karstin Hansen - Jákup Jakobsen (Erland Berg Danielsen, 46.), Petur Pauli Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Niels Pauli Danielsen (Djóni Petersen, 69.) - Haraldur R. Højgaard, Janus Svabo Samuelsen (Aksel B. Danielsen, 87.) - Ronni Møller-Iversen, Ari Olsen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen

Gult kort: Fróði Benjaminsen, Ronni Møller-Iversen

Venjari: Eyðun Klakstein