Hallur skoraði í Vendsyssel sigri

Vendsyssel FF tók ímóti Lyngby á heimavølli

Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við Halli Hanssyni á liðnum vann í dag 2-1 á Lyngby, gamla felagnum hjá Christian L. Holst og Tóda Jónssyni.

 

Talan varð um oddadyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har Lyngby undan dystinum hevði fult stigatal: 9 stig fyri tríggjar dystir. 

 

Vendsyssel varð á odda 2-0 í steðginum. Simon Okuson legði Vendsyssel FF á odda í 14. minutti. Í 33. minutti økti Hallur Hansson til 2-0 við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum.

 

Lyngby minkaði um munin í 79. minutti, men leiðslan hjá Vendsyssel FF helt.

 

Vendsyssel er nú odda í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 10 stigum aftaná fýra dystir.