Skála vann stórsigur í Vági

1. DEILD: Eftir at FC Suðuroy hevði mist ein mann, skrædnaði tað síðstu lítlu løtuna heilt hjá heimaliðnum á Vágseiði

mynd: FC Suðuroy

mynd: FC Suðuroy

FC Suðuroy og Skála eru nýggj lið í næstbestu deildini. Skála flutti í heyst niður úr bestu deildini, og FC Suðuroy flutti upp úr triðibestu deildini.

Í góðveðrinum seinnapartin hittust hesi bæði liðini á Vágseiði.

Úrslitið var 4-0 til Skála, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri við einum máli.

Hetta var aðru ferð í eina lítla viku, at FC Suðuroy tapti á heimavølli. Leygardagin var tað B71, sum fór úr Vági við 3-2 sigri. Skála hevur framvegis fulla úrtøku.

Úrslitið kundi bent á, at Skála var greitt omaná, men soleiðis var tað ikki størsta partin av tíðini. Poul Kallsberg legði Skála á odda lítla løtu undan steðginum, og støðan var 1-0, inntil tað restaðu fimm minuttir.

Tá ið ein tími var farin, sá Reidar Dahl Joensen gula kortið tvær ferðir eftir lítlari løtu, og so var heimaliðið undirmannað í ein hálvan tíma.

Lítlu løtuna eftir útvísingina hevði FC Suðuroy tveir góðar møguleikar, og næst við at skora var Veljko Vukovic, tá ið hann sendi bóltin í stólpan.

Skála evnaði væl at varðveita bóltin, og tá ið FC Suðuroy royndi at spenna álopsbogan, skoraði Skála trý mál. 18 ára gamli Poul Kallsberg var rættiliga sentralur, tí hann skoraði fyrsta og triðja málið og legði upp til 2-0 málið, sum Martin Johansen skoraði og 4-0 málið, sum Aksel B. Danielsen skoraði.

Skála hevur fulla úrtøku – 12 stig fyri fýra dystir. FC Suðuroy hevur fýra stig.

Í fimta umfari skal FC Suðuroy spæla á útivølli ímóti HB, og Skála skal spæla á heimavølli ímóti B71.

mynd: FC Suðuroy