Gullið skolaði nærri HB

EB/Streymur smurdi ÍF av, og 07Vestur vann 2-1 á TB

Uttan at HB spælararnir vóru á vøllinum í dag, so batnaðu vánirnar hjá HB nógv at vinna FM heitið. Tað hava bara verið HB og ÍF, sum hava kapppast um FM heitið. Í dag var ÍF á útivølli við Margáir, og tað gekk alt annað enn soleiðis, sum fuglfirðingar høvdu ætlað og vónað.

EB/Streymur vann 5-0 eftir 2-0 leiðslu í hálvleikinum. ÍF legði væl fyri, og eitt nú Clayton Soares og Øssur Dalbúð høvdu góðar málmøguleikar, men marginalirnir vóru ikki við fuglfirðingum. Í staðin vóru tað heimamenninir, sum vístu tenn. Og tað var ikki hissini, sum EB/Streymur vann sær úrtøku. EB/Streymur vann 5-0, og harvið eru vánirnar hjá ÍF at fáa HB aftur í FM kappingini nógv versnaðar.

 

Dysturin millum AB og HB er útsettur. Úrslitið við Margáir í dag ber við sær, at HB í grannauppgerðini á Argjum hevur møguleika at leggja sjógv til ÍF. Munurin var eina ferð tíggju stig, og nú er hann fimm stig.

 

Kappingin um bronsuplássið og harvið síðsta atgongumerkið til altjóða fótbólt næsta summar er sera tøtt. Úrslitini í dag lagaðu tað soleiðis, at EB/Streymur og B36 hava 34 stig, og NSÍ hevur 33 stig.

Í Gundadali alt á gosið, tá ið B36 skoraði sigursmálið lítla løtu undan leikloki. Víkingarnir vildu vera við, at fríspark varð gjørt ímóti málverjanum Geza Turi, men dómarin var ikki samdur við teimum ljósabláu.

 

Í botninum er kappingin um at sleppa undan at flyta niður uppaftur tættari nú, enn hon var undan degnum í dag. 07Vestur hevði knívin á barkanum, og tað sá ikki betri út, tá ið TB í 1. hálvleiki legði seg á odda í Sørvági. Men í 2. hálvleiki skoraði 07Vestur tvær ferðir, og harvið er fjarstøðan fram til TB fimm stig.

 

KÍ var eina løtu frammanfyri 3-1 í Runavík. Men klaksvíkingar eru nú á veg til hús við tómum hondum. NSÍ vann 4-3, og stóri maðurin við Løkin var NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði øll fýra málini, og sum nú hevur skorað tólv mál í ársins kapping.

 

Dysturin millum AB og HB er útsettur.

 

NSÍ-KÍ 4-3 (1-3)

1-0: Klæmint A. Olsen 7.

1-1: Hjalgrím Elttør 22.

1-2: Páll A. Klettskarð 28.

1-3: Ísak Simonsen 43.

2-3: Klæmint A. Olsen 52.

3-3: Klæmint A. Olsen 71.

4-3: Klæmint A. Olsen 89.

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg (Meinhard Olsen, 90.), Klæmint A. Olsen (Haraldur R. Højgaard, 90.), Andy Olsen (Jann Martin Mortensen, 60.)

Gult kort: Magnus H. Olsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Heðin Klakstein (Henry Heinesen, 80.), Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettsskarð, Ísak Simonsen (Kristoffur Jakobsen, 77.)

Gult kort: Sørmundur Kalsø

 

 

EB/Streymur-ÍF 5-0 (2-0)

1-0: Rógvi E. Nielsen 33.

2-0: Gunnar Zachariasen39.

3-0: Leif Niclasen 51.

4-0: Gunnar Zachariasen 52.

5-0: Levi Hanssen 72.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen (Jóhannes Hansen, 75.),  – Brian Olsen (Rói Olsen, 89.), Niels Pauli Danielsen, Levi Hanssen (Arnar Dam, 75.) - Leif Niclasen, Gunnas Zachariasen, Hans Pauli Samueslen

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen 

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen (Arnhold Kristiansen, 89.), Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum (Áki Petersen, 57.) - Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Bogi Reinert Petersen - Øssur Dalbúð, Clayton Soares (Poul Nolsøe Mikkelsen, 6.), Nenad Saric

Gult kort: eingin

 

B36-Víkingur

0-1: Heðin Hansen 2.

1-1: Lukasz Cieslewicz 45.

1-2: Finnur Justinussen 71.

2-2: Adeshina Lawal 87..

3-2: sjálvmál 89.

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Súni Olsen, Ámund Nolsøe – Høgni Midjord (Jákup á Borg, 78.), Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz – Gilli Sørensen, Adeshina Lawal (Benjamin Heinesen, 90.)

Gult kort: Róaldur Jacobsen

Víkingur: Gesa Turi – Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Svein Justinussen, 90.) – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen (Hjartvard Hansen, 90.), Heðin Hansen (Magnus Jarnskor, 71.)  - Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen

Gult kort: Hanus Jacobsen, Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar

 

 

07Vestur-TB 2-1 (0-1)

0-1: Ndende Adama Guéye 10.

1-1: Holgar Durhuus 76.

2-1: Hørður Johansen 89.

Dómari: Dagfinn Forná

 

07Vestur-TB 2-1 (0-1)

 

0-1: Ndende Adama Guéye 10.

 

1-1: Holgar Durhuus 76.

 

2-1: Hørður Johansen 89.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø (Høgni E. Nielsen, 86.), Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen, Jákup G. Joensen (Ámund Hansen, 71.) – Tór-Ingar Akselsen, Torstein Mýlingstind, Jovan Radinovic-Panic, Holgar Durhuus, Jákup Olsen - Ibrahima Camara (Hørður Askham, 59.)

Gult kort: eingin

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen (Aron Sørensen, 90.), Martin Tausen, Óli Johannesen, Eirikur Magnusarson –  Babacar Ndiour -Nicholas Ferenc Diverdics , Ndende Adama Guéye (Teitur Justinussen, 52.), Rógvi Joensen - Arthur Poulsen, Poul Ingason

Gult kort: eingin

 

 

 

Støðan

HB 45

ÍF 40

EB/Streymur 34

B36 34

NSÍ 33

Víkingur 28

AB 22

KÍ 21

TB 19

07Vestur 14

HB, AB, EB/Streymur, NSÍ, Víkingur og 07Vestur hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir

 

Mikudagin

EB/Streymur-NSÍ

07Vestur-Víkingur

 

Sunnudagin

ÍF-07Vestur

Víkingur-AB

B36-KÍ

HB-EB/Streymur

TB-NSÍ

 

LIÐUGT

5-0!

 

85) 5-0: Levi Hanssen

Fuglfirðingar eru púra úrlætnir. Nú hevur Levi Hanssen økt um leiðsluna, so hon er 5-0!

 

70) ÍF hevur aftur havt risa møguleika, men tað riggar ikki hjá fuglfirðingum í dag.

 

68) ÍF roynir at leggja press á. Aki Ó. Ellingsgaard hevur roynt seg við góðum skoti, men René Tórgarð vísti meistarliga bjarging. ÍF hevur fleiri hornaspørk eftir lítlari løtu.

 

65) ÍF hevur skift út. Clayton Soares er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Poul Nolsøe Mikkelsen. Hann er farin í miðverjuna, og Bartal Eliasen er fluttur fram í álopið.

 

58) Fritleif í Lambanum hjá ÍF er borin av vøllinum. Í hansara stað er komin Áki Petersen.

 

55) 4-0: Gunnar Zachariasen 54.

Tað er heilt galið við verjuspælinum hjá ÍF. Eftir innlegg og sera tøvandi verjuspæl er leiðslan nú 4-0!

 

3-0: Leif Niclasen 52.

So er mótbrekkan øgiliga brøtt hjá ÍF. Eftir innlegg úr vinstru og hálvbjarging frá Jákupi Mikkelsen hevur Leif Niclasen økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0.

 Hóast EB/Streymur hevur lotið ímóti, so eru heimamenninir nógv grammari enn fuglfirðingar.

 

46) ÍF hevur lotið undan í 2. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45) 2-0

ÍF roynir at svara aftur,og tað var um reppið, at Clayton Soares við høvdinum minkaði um munin við skallara eftir innlegg, men René Tórgarð stórbjargaði. 

40) 2-0: Gunnar Zachariasen 38.

Maskinan hjá EB/Streymi kennist nú at vera væl smurd. Eftir hugflogsríkt álop hevur Gunnar Zachariasen við snildum lobbara eitt sindur úr høgru økt um leiðsluna. Uppspælið stóð liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen fyri.

 

33) 1-0: Rógvi E. Nielsen 32.

Við rimmar skoti undan vindinum hevur vongverjin í vinstru hjá EB/Streymi, Rógvi E. Nielsen, lagt EB/Streym á odda.

 

30) 0-0

Nú hevur EB/Streymur í eina løtu verið vandamikið, og í fleiri førum hava spentar støður verið í brotsteiginum frammanfyri Jákup Mikkelsen, sum hevur trupulleikar í vindinum og tí ikki tekur sær nøkur óráð fyri og boksar bóltin burtur í staðin fyri at halda honum.

 

20) Enn eina ferð hevur ÍF havt góðan møguleika, men Clayton Soares var ikki nóg neyvur eftir innlegg úr vinstru. René Tórgarð stórbjargaði! 

 

15) 0-0

EB/Streymur er bara vandamikið í deyðbóltsstøðum, meðan ÍF í fleiri førum hevur spælt seg til stórar málmøguleikar, eitt nú tá ið Øssur Dalbúð var í góðari støðu.

 

5) 0-0

EB/Streymur hevur havt tvey hornaspørk, men besta møguleikan hava fuglfirðingar havt. Høgni Madsen spældi Clayton Soares leysan, men skotið var rættuliga forkølað.

Líkindini eru ikki góð við Margáir, men tað ber væl til at spæla, hóast lotið er rættuliga frískt. EB/Streymur hevur lotið undan í 1. hálvleiki.

 

EB/Streymur-ÍF kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Levi Hanssen, - Leif Niclasen, Gunnas Zachariasen, Hans Pauli Samueslen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum - Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric - Øssur Dalbúð, Clayton Soares

 

---- 

 

LIÐUGT

3-2

 

3-2:sjálvmál

 

Tað er ógvuliga heitt í Gundadali. Víkingarnir eru í øðini, tí dómarin hevur góðkent  3-2 málið. Teir halda, at Geza Turi varð skumpaður, tá ið hann loftaði bóltinum, men Eiler Rasmussen metti ikki, at nakað óregluligt var farið fram, og tá ið Geza Turi stóð innanfyri málstrikuna, tá ið hann loftaði bóltinum, so dømdi dómarin mál.

 

2-2: Adeshina Lawal

Tað gongur skjótt í Gundadali. Eftir lítlari løtu hevur B36 vent hóttandi 2-1 tapi til 3-2 leiðslu. Í fyrra førinum var tað Adeshina Lawal, sum skoraði, eftir at innskifti Jákup á Borg hevði lagt flatt innfyri úr høgru.

 

80) 1-2: Finnur Justinussen

Víkingur hevur aftur lagt seg framum í Gundadali. Jann Ingi Petersen legði innfyri úr høgru, og Finnur Justinussen setti bóltin í málið. Tað er sera heitt í Gundadali!

 

66) Tað kókar í Gundadali. Nú vilja teir í B36 hava brotsspark, tí teir halda, at Hans Jørgen Djurhuus hevur felt Lukasz Cieslewicz, men dómarin tigur.

 

65) Lukaz Cieslewicz hjá B36 og Bárður Hansen hjá Víkingi hava sæð gult eftir innanhýsis samanbrest.

 

60) B36 hevur lagt bragdliga fyri. Bólturin hevur longu verið á tvørtrænum aftanfyri Geza Turi, og Súni Olsen hevur sent fríspark upp um málið.

 

 

HÁLVLEIKUR

1-1

1-1: Lukasz Cieslewicz 45.+1.

Klokkan var farin upp um 45 minuttir, tá ið B36 javnaði. Lukasz Cieslewicz skoraði, eftir at Gilli Sørensen hevði spælt í høgru til Høgna Midjord, sum legði innfyri. Lukasz Cieslewicz fekk í trimum royndum bóltin framvið Geza Turi.

 

40) 1-0

B36 hevur arbeitt seg alt meiri inn í dystin. Besta møguleikan hevði Róaldur Jacobsen, men Geza Turi bjargaði sera væl.

Hanus Jacobsen hjá Víkingi hevur sæð gult fyri at sparka bóltin burtur, eftir at dómarin hevði bríkslað.

30) Tað var um reppið, at Víkingur fyri løtu síðani økti um leiðsluna. Súni Olsen royndi við høvdinum at leggja bóltin aftur til Tórð Thomsen, men bólturin fór beint upp í loft. Altíð árvakni Hanus Jacobsen, sum í dag er frammarlaga í vinstru, kom ímillum, og tað var sera vandamikið!

 

20) Víkingur hevur tamarhald á støðuni. B36 verjan er umskipað, og tað gongur ikki so væl. Nú er Gilli Sørensen fluttur í vinstra borð.

 

5) 1-0: Heðin Hansen 1.

Víkingur hevur lagt bragdliga fyri í Gundadali. Longu í 1. minutti legði miðvallarin Heðin Hansen gestirniar framum eftir innlegg úr høgru frá Bárði Hansen.

B36-Víkingur kl. 15.00

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Súni Olsen, Ámund Nolsøe – Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz – Gilli Sørensen, Lawal

Víkingur: Gesa Turi – Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen, Heðin Hansen,  - Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen

 

-----

 

LIÐUGT

4-3

88) 4-3: Klæmint A. Olsen

 

NSÍ hevur lagt seg framum 4-3, og enn eina ferð var tað NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði.

 

 

3-3:Klæmint A. Olsen

 Tað stendur á gomlum nøglum hjá klaksvíkingum. NSÍ hevur greiða yvirvág, og nú hevur tað eydnast at javna. Eftir innlegg úr vinstru frá Árna Frederiksberg, var tað enn eina ferð liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði.

 

 

55) 2-3: Klæmint A. Olsen

 

Heimaliðið hevur longu minkað um munin. Eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg var tað liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum setti bóltin í málið, og nú er alt aftur púra opið við Løkin.

 

 

46) NSÍ hevur lotið undan í 2. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

1-3 

 

1-3: Ísak Simonsen 42.

KÍ hevur økt um leiðsluna, so hon nú er 3-1. Klaksvíkingar fingu fríspark eitt sindur í høgru og 20 metrar frá málinum. Í dag hevur Ísak Simonsen fingið møguleikan í álopinum hjá KÍ í vinstru. Hann smekkaði til við vinstra beini, og umvegis stólpan legði bólturin seg í netið aftanfyri Kristian Joensen.

 

30) 1-2: Páll A. Klettskarð

Klaksvíkingar eru komnir fyri seg. Nú hevur toppskjúttin Páll A. Klettskarði lagt illa sperdu gestirnar á odda. Álvur F. Christiansen fangaði bóltin, tá ið heimamenninir spældu upp á tvørs, og hann spældi Páll A. Klettskarð leysan.

 

25) 1-1: Hjalgrím Elttør 23.

So hevur tað eydnast klaksvíkingum at svara aftur í Runavík. Klaksvíkingar vunnu bóltin frammarlaga á vøllinum, og liðformaðurin, Hjalgrím Elttør, sneiddi seg úr vinstru og inn í vøllin, og so smekkaði hann til. Stórur fagnaður millum klaksvíkingarnar, tá ið bólturin sigldi í netið dygst undir samankomingini.

 

15) KÍ roynir at trýsta, men heimaliðið er vandamikið í skjótum málmøguleikum. Nú skínur sólin í Runavík!

 

10) 1-0: Klæmint A. Olsen

Klæmint A. Olsen var fyrsti málskjútti á nýggja graslíkinum í Runavík. Eftir framlegging frá Jónhardi Frederiksberg í høgru, tamdi Jónhard bóltin inn í vøllin, og sera hegnisliga sendi hann við vinsta beinið bóltin í handara síðunetið.

NSÍ-KÍ kl. 15.00

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Heðin Klakstein, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettsskarð, Ísak Simonsen

 

------

LIÐUGT

2-1

 

2-1: Hørður Johansen

 

Tað endaði við, at 07Vestur vann 2-1 ímóti TB. Eftir klumpspæl og nógvar ferðir aftur og fram var tað 18 ára gamli Hørður Johansen, sum skoraði sigursmálið, ið kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, um 07Vestur næsta ár skal spæla í bestu ella næstbestu deildini.

 

1-1: Holgar Durhuus

 

Eftir innlegg frá Tór-Ingar Akselsen javnaði Holgar Durhuus úr stuttari fjarstøðu.

 

 

60) TB hevur taká støðuni, og tað liggur heldur til, at gestirnir skulu økja um leiðsluna, enn at heimaliðið skal javna. 

 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Tað hevur verið tætt og intenst í Sørvági, har vindurin órógvar nakað. Kanska hevur heimaliðið verið eins nógv á bóltinum sum gestirnir, men tað er TB, sum hevur skorað einsamalla málið í 1. hálvleiki.

 

 

15) 0-1: Ndende

TB hevur skorað í Sørvági. Eftir innlegg var tað miðvallarin Ndende, sum setti bóltin í málið.

Í hesi løtu er TB omanfyri strikuna, meðan klaksvíkingar eru undir strikuni, nú eitt stórt korter er farið.

 

 

07Vestur-TB KL.15.00

07Vestur:

TB: