Skála vóru ov óneyvir í dag (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen seta orð á 1-2 ósígurin móti ÍF

Bill McLeod Jacobsen er aftur at finna sum høvuðsvenjari í Betrideildini, hesaferð hjá Skála (Savnsmynd)

Bill McLeod Jacobsen er aftur at finna sum høvuðsvenjari í Betrideildini, hesaferð hjá Skála (Savnsmynd)

##med2##

Bill McLeod Jacobsen er aftur at finna sum høvuðsvenjari í bestu fótbóltsdeildini.

Tað gjørdist tó ikki talan um eina góða byrjan, tá lið hansara, Skála á heimavølli tapti 1-2 móti ÍF.

Bill McLeod Jacobsen iðrar seg um, at hansara menn ikki vóru nóg neyvir. Hann taldi upp í sjey góðar málmøguleikar til Skála, og tað átti eftir hansara tykki at givið stig.

Bill McLeod Jacobsen ásannar, at tað er ein nógv broyttur hópur hjá Skála, men hann heldur, at talan er um ein spennandi hóp við nógvum ungum spælarum, og hann er við gott mót.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. 

Bill McLeod Jacobsen er aftur at finna sum høvuðsvenjari í Betrideildini, hesaferð hjá Skála (Savnsmynd)

(Samrøða við Bill McLeod Jacobsen)