Skammlopið kostaði nógv hjá TB

Mikkel Dahl skoraði tvey mál, tá ið HB í lítla løtu skoraði fýra mál og styrkti um oddastøðuna við trivaligum ólavsøkusigri ímóti TB

Daniel Johansen leggur við fínum frísparki HB á odda 1-0

Daniel Johansen leggur við fínum frísparki HB á odda 1-0

TB spælararnir iðra seg. At teir taptu 4-1 ímóti HB var kanska ikki so óvæntað, tá ið stigatalvan verður havd í huga. Men tað var ikki so nógv, sum boðaði frá stórtapi, tá ið spælararnir eftir steðgin komu aftur á vøllin.

Máltalvan vísti framvegis 0-0.

Fyrstu tíggju minuttirnar var HB øgiliga ágangandi, og heimaliðið kundi havt skorað bæði tvey og trý og kanska fýra mál. Gestirnir vóru púra skelkaðir, og tað var meiri lukkan enn forstandi, sum var orsøk til, at HB ikki skoraði.

So fótaði TB sær. Verjan varð betri skipað, og smátt um smátt fóru tvøramenn at bíta frá sær.

Tí var tað eftir fyritreytunum hjá TB, tá ið tað var farið undir seinna hálvleik. Tá royndi HB at seta meiri damp undir ketlarnar, men tað gekk illa at umseta yvirvág til mál.

Tíggju minuttir eftir steðgin fekk HB fríspark á brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru. Sera eyðsýndi Daniel Johansen sendi bóltin omanfyri manngarðin og í málið og so var 1-0.

-Eg havi alt tað, sum eg kann minnast, vant og vant at avgreiða sovornar støður, og tí var tað fín kensla, tá ið bólturin sigldi í málið, sigur Daniel Johansen.

##ms##

Næstu minuttirnar avgjørdi HB við at skora trý mál aftrat. Mikkel Dahl skoraði til 2-0 og 3-0 og hevur nú skorað trý mál í tveimum dystum.

Í fyrra førinum var tað, eftir at Mathias Nygaard, sum var spældur púra blankur innanfyri TB verjuna, lyfti bóltin upp um TB málverjan, og tað seinna var eftir fríspæling frá Pæturi J. Petersen. Daniel Johansen átti innleggið úr vinstru, tá ið Hilmar Leon Jacobsen skoraði til 4-0.

TB minkaði um munin fram ímóti dystarenda, tá ið Ndende Adama Guéye, sum átti lut í síðsta HB málinum, var leysur mitt fyri og stútaði bóltin í málið, eftir at John Villi Wøldike Leo við frísparki legði innfyri úr høgru.

-Vit høvdu trupulleikar at skjóta mál í fyrra hálvleiki, men tá ið tað glapp, gekk tað skjótt, og vit fegnast yvir sigurin, sigur væl upplagdi Daniel Johansen, ið av álvara hevur vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu á toppliðnum.

HB er topplið við 37 stigum, og fjarstøðan er fimm stig aftur til NSÍ og KÍ. TB er á áttanda plássi við seks stigum.

-Vit mugu bara staðfesta, at HB eigur væl tað besta liðið í Føroyum. Okkara vístu góðan hugburð og stríddust væl, men tá ið HB skoraði, so var ikki nógv at gera, ásannar TB venjarin Michael Winter.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

HB – TB 4-1 (0-0)

1-0: Daniel Johansen 56.

2-0: Mikkel Dahl 62.

3-0: Mikkel Dahl 64.

4-0: Hilmar Leon Jacobsen 72.

4-1: Ndende Adama Guéye 75.

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch (Samuel Johansen Chukwudi, 17.), Dan í Soylu, René Shaki Joensen (Pætur J. Petersen, 46.) – Hilmar Leon Jacobsen (Øssur Dalbúð, 76.), Mikkel Dahl

Frederik Mehder – Musah Armah (Jens Erik Bruhn, 12.), Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Teitur D. Olsen, John Villi Woldike Leo – Eirikur M. Ellendersen, Samudeen Musah, Einar Thorsteinsson – Poul Ingason (Nikolei Johannesen, 74.)

Daniel Johansen leggur við fínum frísparki HB á odda 1-0