Skansin: FSF setti svenskar áskoðarar millum okkum (FM1)

(FM1) Formaðurin í landsliðsfjepparafelagnum, Skansanum er skelkaður av, at FSF seldi pláss í teirra seksjón á Tórsvølli til svenskar útiáskoðarar

Døkkir skuggar hótta stóru sólskinssøguna Skansan, ið mátti deila seksjón við svenskar útiáskoðarar á Tórsvølli farna hóskvøld

Døkkir skuggar hótta stóru sólskinssøguna Skansan, ið mátti deila seksjón við svenskar útiáskoðarar á Tórsvølli farna hóskvøld

##med2##

Ein tann størsta upplivingin, ið er til at verða til ein heimadyst hjá føroyska fótbóltslandsliðnum eru fjeppararnir hjá landsliðnum, ið nevna seg Skansin. 

Frá bæði føroyska landsliðsspælarunum, hinum føroysku áskoðarunum og miðlunum hava hesir fjeppararnir umaftur og umaftur fingið rós og viðurkenning fyri tann róm og stuttleika tey skapa til hvønn heimadyst. Tað hevur heldur ikki skortað uppá viðurkenning frá teimum sum hava vitjað Føroyar í samband við landsdystir.

(Tann sum skrivar hesar reglur lurtaði nakrar stuttar løtur eftir svenska útvarpinum P1 sum segði frá dystinum Føroyar-Svøríki hóskvøldið. Eisini svensku frásøgumennirnir høvdu á orðið um: "den underbara klakken, Skansin".)

Men sambært formanninum í Skansanum, Jóhan Ásmundsson er alt hetta við at fara fyri bakka, og vandin er, at jaliga og stuðlandi virksemi hjá Skansanum steðgar upp.

Til seinasta heimadyst móti Svøríki farna hósdag hevði FSF selt atgongumerki til svenskar áskoðarar, ið endaðu millum Skansa-fjeppararnar: - Vit høvdu okkara ringasta dyst nakrantíð, staðfestir Jóhan Ásmundsson: - Tey (svenskararnir red.) jublaðu tá Svøríki fekk mál, og tað fullkomuliga órógvaði stuðulin vit skuldu geva okkara egna liði.

Jóhan Ásmundsson slær fast, at fær Skansin ikki eina betri viðferð í framtíðini kann tað gerast nakað væl minni lívligt og stuttligt at fara til landsdyst á Tórsvølli, tí tá verður eingin Skansi at stuðla landsliðnum.

Jóhan Ásmundsson sigur, at tað sum tey í Skansanum ynska allarmest er at fáa eina seksjón á langsíðuni burtur frá VIP-áskoðarunum. Tí óannsæð um tað er í Føroyum ella aðrastaðni í Evropa, so fara VIP-áskoðarar altíð at verða teir minst larmandi og stuðlandi áskoðararnir.

Systurfelagið hjá Skansanum í Íslandi, "Tólfan" (Tólvarin) hevur eina seksjón á aðrari langsíðuni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Jóhan Ásmundsson hevði ynskt, at tað sama var gjørt fyri Skansan á Tórsvølli.

Ein avgerð um framtíðina hjá Skansanum fellir í komandi viku. Jóhan Ásmundsson vónar, at FSF vil geva Skansanum góð kor at virka undir framyvir. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jóhan Ásmundsson fyrr í kvøld. 

Døkkir skuggar hótta stóru sólskinssøguna Skansan, ið mátti deila seksjón við svenskar útiáskoðarar á Tórsvølli farna hóskvøld

(Samrøða við Jóhan Ásmundsson hjá Skansanum)