Skarpskjúttarnir eru væl fyri

Adrian Justinussen skoraði hattrikk, og eisini KÍ málskjúttarnir í javnleikinum í Klaksvík eru heilt væl kendir

Adrian Justinussen skoraði hattrikk í Klaksvík ídag

Adrian Justinussen skoraði hattrikk í Klaksvík ídag

Mál borga fyri undirhaldi í fótbólti. Tí ber ikki til at siga annað, enn at tað var undirhaldandi, tá ið KÍ og HB hittust fyri fyrstu ferð í ár. Hetta var í venjingardysti á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík tíðliga seinnapartin.

Úrslitið var 3-3, eftir at KÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0 við brotssparki, sum Jóannes Bjartalíð umsetti til mál, tá ið eitt lítið korter var farið.

Adrian Justinussen hevur longu nú fokus á rætta staðnum. Hann skoraði í seinna hálvleiki trý mál. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði hann til 1-1 við beinleiðis frísparki, trettan minuttir seinni javnaði hann til 2-2 við brotssparki, og uppaftur tríggjar minuttir seinni legði hann HB framum 3-2, tá ið hann varð spældur leysur í vinstru.

Tveir av royndu KÍ málskjúttunum skoraðu í seinna hálvleiki tvey mál. Páll Klettskarð legði KÍ framum 2-1 tríggjar minuttir eftir, at HB hevði javnað. Hann varð leysur, tá ið hann lyfti bóltin uppum málverjan, og í síðsta minutti umsetti Jóannes Bjartalíð fyri aðru ferð í dag brotsspark til mál og 3-3.

Adrian Justinussen skoraði hattrikk í Klaksvík ídag