Skemtaði við Corona - dagin eftir fekk hann tað sjálvur

Rudy Gobert hevur fingið Corona-virus, og nú verða allir dystir í NBA útsettir í óásetta tíð.

Heimsins besta deild í kurvabólti, norðuramerikanska NBA, fer í steðg í óásetta tíð eftir at ein leikari í deildini er raktur av Corona-virusi. Tað skriva amerikanskir miðlar í nátt.

Á veg út av einum tíðindafundi í gjár valdi Rudy Gobert hjá Utah Jazz at skemta við Corona-virusinum og krámaði borðið og mikorofonirnar, har tíðindafundurin varð hildin, men nú, bara ein dag seinni, verða hann og hinir leikararnir sendir til húsa - deildin fer í steðg.

Tað vísir seg, at leikarin, sum er smittaður, er hesin sami Rudy Gobert, sum var í skemtiliga lagnum dagin fyri.

- Hann helt tað vera stuttligt, men nú verður hetta tað tápuligasta í NBA-søguni, sigur ein viðmerkjari til sjónbandið á YouTube, sum sæst niðast í greinini.

Rudy Gobert var ikki við tá ið Utah Jazz í kvøld skuldi spæla ímóti Oklahoma City Thunder, og tá ið tíðindini bórust um, at tað var hann, sum var smittaður, varð dysturin útsettur. Hetta var beint áðrenn dysturin skuldi byrja.

Rudy Gobert er 27 ára gamal og úr Fraklandi. Hann hevur spælt við Utah Jazz síðani 2013.

Sambært nýggjastu tølunum, sum CNN hevur frá heilsumyndugleikunum í USA, eru 1.267 fólk smittað í USA, og Rudy Gobert er altso ein teirra.

USA er av álvara farið í hernað ímóti Coronoa-virusinum, og Donald Trump, forseti, kunngjørdi í nátt, at øll flogferðsla úr Evropa til USA verður steðgað í 30 dagar.

Eisini her heima verða átøk sett í verk fyri at basa smittuni, og tey raka eisini ítróttin. Fyrr í kvøld valdi Hondbóltssamband Føroya fyribils at útseta allar hondbóltsdystir í tvær vikur.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer kl.09.00 at hava tíðindafund, har hann fer at kunngera nýggj átøk ímóti Corona-virusinum.

Sí sjónbandið frá tíðindafundinum hjá Rudy Gobert niðanfyri: