Skoraðu 1395 mál í Gundadali og í Hoyvík

Um vikuskiftið var sætta útgávan av Intersport Summar Cup 2019 á skránni.

103 lið tóku lut í kappingini, og ikki færri enn enn 240 dystir vóru avgreiddir í Gundadali og á Hoyvíksvøllinum leygardagin og sunnudagin. Í teimum 240 dystinum vóru samanlagt skorað 1395 mál, ið gevur eitt miðal á 5,8 mál pr. dyst, tí kann ikki sigast annað enn, at kappingin var sera málrík.

– Kappingin gekk sum heild sera væl, siga fyriskipararnir úr B36. Lagt verður aftrat, at serliga kappingarskipanina hjá teimum yngri hevur verið ein avbjóðing undanfarnu ár, men í ár vóru nakrar broytingar gjørdar, ið eydnaðist væl, og tí gekk kappingin nógv betur.

##med2##

Tað vóru ikki bert føroysk lið, ið tóku lut í kappingini. Danska felagið B1903 (ið er partur av FC København) luttóku við tveimum liðum hjá U13 dreingjum, meðan Racing Club de Montevideo úr Uruguay tóku lut í kappingini hjá U15 dreingjum. Tað vóru tó føroysku liðini, ið endaði við gullinum í øllum aldursbólkum, meðan eina liðið hjá B1903 vann bronsu í U13 og Racing Club de Montevideo vann silvur í U15 kappingini hjá dreingjum.

##med2##

– Tað er allarhelst ongin ivi um, at Intersport Summar Cup er komið fyri at vera, siga fyriskipararnir at enda og vísa á, at dagfestingin fyri Intersport Summar Cup 2020 er longu ásett, og tað verður 4. og 5. juli 2020.

##med2##

Úrslit og yvirlit yvir vinnarar er at finna her: https://www.procup.se/cup/32989.htm

Fleiri myndir frá kappingini eru at finna á facebook síðuni hjá Intersport Summar Cup: https://www.facebook.com/adidassummarcup/photos

Myndir: Bjarni Enghamar, Intersport Summar Cup / B36

##med5##

##med6##

##med7##

##ms##

##med8##

##med9##

##med10##

##med4##