Skoraðu sigursmálið í síðstu sekundunum

1. DEILD: Við 3-2 heimasigri á HB tók 07 Vestur oddasessin

Tað leyp einki av hjá heimaliðnum í Sørvági, men tað gekk akkurát.

Tá ið vanliga tíðin var farin, stóð tað á jøvnum 2-2 millum 07 Vestur og HB.

Dómarin legði fýra minuttir aftrat, og tað eydnaðist 07 Vestur at skora sigursmálið, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Tað var Ken Fagerberg, sum skoraði sigursmálið eftir eitt sindur av aftur og fram í HB brotsteiginum.

HB var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, og heimaliðið skoraði ikki fyrsta máli’, fyrr enn tað restaðu tólv minuttir. At siga, at heimaliðið skoraði fyrsta málið, tá ið tað restaðu tólv minuttir er ikki heilt frætt, tí HB gjørdi sjálvmál, og so var støðan 1-1.

Ellivu minuttir undan steðginum legði HB seg framum. Málskjútti var Martin Hjaltalin Dam, sum var fyrstur á bóltinum, eftir at hann við frísparki varð sendur í tvørtræið.

Innskifti Teitur Olsen, sum tíggju minuttir eftir steðgin avloysti Solomon Kwao, royndi seg við skoti, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Bólturin rakti í ein av HB spælarunum. So var 1-10, og dómarin skrásetti málið at vera sjálvmál.

Longu fýra minuttir seinni var HB aftur á odda. Málskjútti var Brian Slyne eftir hornaspark.

So var HB aftur á sigurskós, men bara í tveir minuttir. Christian R. Mouritsen legði innfyri úr vinstru, og Martin Tausen stýrdi bóltin í málið.

Og so var tað, at Ken Fagerberg í síðstu løtu skoraði sigursmálið til 3-2.

07 Vestur er ósigrað topplið við 22 stigum, og HB hevur fimm stig.

Um eina viku eigur HB heimavøll ímóti NSÍ, og 07 Vestur skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.