Skuldi standa vakt – Endaði sum dómari

Eingin dómari var møttur til dystin ímillum Team Klaksvík og Kyndil sunnudagin, so Heri Johnson og Niclas Niclasen tóku floytirnar fram og fingu dystin avgreiddan

Savnsmynd: Dysturin ímillum Team Klaksvík og Kyndil sunnudagin var merktur av dómaramisskiljing

Savnsmynd: Dysturin ímillum Team Klaksvík og Kyndil sunnudagin var merktur av dómaramisskiljing

Team Klaksvík og Kyndil spældu dyst í Okkaradeildini sunnudagin klokkan 17, sum Kyndil vann 28-27. Sí eisini: Tíggju klaksvíkingar mundu koppað Kyndli

Sermerkt við dystinum var, at dómarar vóru Heri Johnsson og Niclas Niclasen, ið annars ikki hava verið A-dómarar í ár.

Orsøkin var eitt mistak frá Hondbóltssambandinum, ið ikki hevði sett dómarar til dystin í Klaksvík.

- Tað var tíverri eitt samskiftismistak frá okkum til dómararnar, sigur Ári Rouch frá Hondbóltssambandi Føroya.

Hondbóltssambandið royndi síðani at loysa støðuna. Bárður og Rógvi Danielsen vóru til reiðar at døma dystin, ið tó hevði verið seinkaður ein hálvan tíma.

Men liðini vildu heldur byrja dystin til tíðina við einari loysn, tey høvdu funnið á staðnum.

Niclas Niclasen, ið hevur dømt í bestu deildini fyrr og Heri Johnson, ið eisini hevur dømt nógv, dømdu so dystin, greiðir Ári Rouch frá.

Spurdur um hann hevði floytuna við

- Eg møtti upp til dystin, tí eg skuldi standa vakt undir dystinum, sigur Heri Johnson.

- Eg síggi at menn hita upp, men eingir dómarar eru til staðar. Eg verði spurdur beinanvegin um eg havi floytuna við og um eg kann døma, greiðir dómarin, ið var settur í brennidepilin sunnudagin, frá.

- Eg var ótryggur, men eg vildi fegin hjálpa um eg fekk ein annan skilagóðan persón at døma við mær, sigur Heri Johnson, sum so kom við uppskotinum at fáa fatur á Niclasi Niclasen, sum hevur hondbólts- og dómararoyndir.

- Tíbetur lá tað fyri hjá honum, og vit fingu avgreitt dystin í frið og semju, sigur Heri Johnson, ið kom væl frá uppgávuni.

- Rós má gevast til bæði Team Klaksvík og Kyndil fyri at vísa góðan atburð. Bæði á og uttanfyri vøllin undir dystinum. Tað gjørdi uppgávuna hundrað ferðir lættari, og tað vóru vit báðir takksamir fyri, sigur Heri Johnson, eftir fyrsta dømda dystin í fremstu deildini.

Fyri trimum vikum síðani var eisini neyðugt at finna eina neyðloysn í Vági, tá ið trupulleikar við ferðing forðaðu dómarum at døma dyst til ásettu tíðina. Tá eydnaðist tað eisini at finna eina loysn á staðnum. Sí eisini: Ímynd og formaður døma í Vági

Fríggjadagin greiddi Thomas Juul S. Thomsen frá kreppustøðu í føroyskari døming á FM1.

Hoyr sendingina: FM1: Føroyskur hondbóltur nærkast einari dómarakreppu

Savnsmynd: Dysturin ímillum Team Klaksvík og Kyndil sunnudagin var merktur av dómaramisskiljing