Skulu vinna HM-stig fyri fyrstu ferð

Føroyska manslandsliðið hevur ongantíð vunnið ein undankappingardyst síðani farið var frá at spæla C-HM

Savnsmynd. Jónas Gunnarsson Djurhuus og føroyski hópurin vónar at vinna Føroyum fyrstu stigini í HM-undankapping

Savnsmynd. Jónas Gunnarsson Djurhuus og føroyski hópurin vónar at vinna Føroyum fyrstu stigini í HM-undankapping

Hóast Føroyar hava góð minni úr hondbóltssøguni, við fyrst og fremst C-HM og fleiri sigrum í kappingum sum Emerging Nations, Challenge Trophy og í ungdómshondbólti, so hevur manslandsliðið ongantíð vunnið ein undankappingardyst. Í EM-høpi hava Føroyar fingið tvey stig í søguni. Tað fyrsta kom í 22-22 javnleiki ímóti Belgia í Høllini á Hálsi tann 15. januar 2003 og seinna stigið kom í 24-24 javnleiki á útivølli í Montenegro tann 24. oktober 2018.

Í 1992 var farið burtur frá A, B og C-HM til at spæla undankappingar. Føroyar hava síðani luttikið í undankappingum til HM í 2005, 2009, 2011 og 2019, men ongantíð hevur tað eydnast at vunnið stig.

 

Til hesa undankappingina vóru Føroyar styrkismettar í triðja av fýra løgum, men lutakastið gjørdist kortini sera trupult.

Sí eisini

Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum stóran favoritt

Litava og Slovakia vóru ímillum sterkastu tjóðirnar í ávikavist fyrsta og øðrum lagi, og Luksemborg mundi vera hitt sterkasta í fjórða lagi.

Í Vikuskiftissosialinum verður hugt eftir hópinum, sum skal royna at vinna Føroyum fyrstu HM-undankappingarstigini. Les Sosialin, tekna hald og les eisini viðgerðina av mótstøðuni í Ítrottarsosialinum seinasta mánadag við at trýsta HER

Savnsmynd. Jónas Gunnarsson Djurhuus og føroyski hópurin vónar at vinna Føroyum fyrstu stigini í HM-undankapping