Slovakia vann á Luksemborg og er risafavorittur móti Føroyum

Fýra altjóða veddingarfyritøkur geva sera lág odds fyri ein slovakiskan sigur á Føroyum

 

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur geva føroyska manslandsliðnum lítlan møguleika at vinna á Slovakia

Fýra altjóða veddingarfyritøkur geva føroyska manslandsliðnum lítlan møguleika at vinna á Slovakia

Slovakia vann eisini greitt á Luksemborg í HM-undanundankappingardysti í bólkinum, har Føroyar og Litava eisini kappast niðri í Luksemborg.

Slovakia vann 22-16 á vertsttjóðini Luksemborg. Í steðginum var Slovakia á odda 11-9.

Føroyar taptu greitt 25-36 (12-18) móti Litava.

Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar móti Slovakia. Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá HM-undanundankappingardystinum millum Føroyar og Slovakia. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Fýra altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum Føroyar og Slovakia, og sambært hesum veddingarfyritøkunum er Slovakia risastórur favorittur til at vinna á Føroyum. Hægsta oddsið uppá slovakiskan sigur er 1,14. Minsta oddsið uppá føroyskan sigur er 7,00.

Oddsini uppá dystin Føroyar-Slovakia eru hesi:

VeddingarfyritøkurFøroyarJavnleikurSlovakia
1xBet  9.60 17.00 1.11
Bet365 7.0012.001.14
Betclic 8.7517.001.13
BetVictor 7.5015.001.11
Gjøgnumsnitsodds8.2115.251.12

 

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur geva føroyska manslandsliðnum lítlan møguleika at vinna á Slovakia