Smíl, klemm og high-five í Kollafirði

Tey stórtrívast í Eydnudeildini og børnini hava fingið landsliðsboð úr Danmark

Liðmynd eftir fyrstu venjingina hjá Eydnudeildini hetta kappingarárið

Liðmynd eftir fyrstu venjingina hjá Eydnudeildini hetta kappingarárið

 

Aftur í ár venur Eydnudeildin týsdagar klokkan 17 í høllini í Kollafirði.

Eydnudeildin er hondbóltsvenjing fyri børn, ið ikki hóska til at venja siðbundna hondbóltsvenjing í feløgunum. Sosialurin og in.fo hevur vitjað Eydnudeildina nakrar ferðir, og tíðindafólkið verður hvørja ferð bergtikið av móttøkuni av smílandi børnum, ið geva high-fives áðrenn, undir og eftir venjing.

Les reportasju frá venjing hjá Eydnudeildini í Sosialinum, ið var borin í hvørt hús í dag

Eydnudeildin mennir seg í hvørjum, og er júst farið undir eitt nýtt kappingarár.

Tað var tiltikni hondbóltsvenjarin, Morten Huust Petersen, ið tók stig til føroysku Eydnudeildina, eftir fyrimyndini Lykkeliga í Danmark.

Tvær ferðir hava børnini í Eydnudeildini hitst til risastóra stevnu í Danmark, ið nevnist Lykkecup. Tá ið føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum spældi ímóti Danmark í risastóru Gigantium-høllini í Aalborg, høvdu føroysku børnini í Eydnudeildin longu roynt tað sama beint frammanundan.

-Har vera tey viðfarin sum stjørnur, og spæla fyri fullsettari høll, ið er pyntað í veitslulagi, greiðir Morten Huust Petersen frá.

Í ár fingu børnini eisini tað upplivilsi, at danski landsliðsvenjarin og leikarar boðaðu frá at øll børnini vóru úttikin til danska landsliðið, og fingu landsliðsbúnan við navni á.

Føroysku børnini, ið nevna seg "Lundapisurnar", gleða seg longu til næsta ár.

Morten Huust Petersen var ikki við sjálvur til Lykkecup í ár, men hann fegnast um at hoyra børnini greiða frá upplivingini, og leggur afturat at hann vónar at børnini eisini fáa møguleikan at gerast føroyskir landsliðsleikarar

At enda eggjar hann øllum, sum hava áhuga í at uppliva eydnu við klemmum og "high-five"um á einum hondbóltsvølli at koma uppí.

Les reportasju um Eydnudeildina í mikudagssosialinum, ið var borin í hvørt hús í dag.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

##med2##

Liðmynd eftir fyrstu venjingina hjá Eydnudeildini hetta kappingarárið

Klemm í hópatali geva eydnu á hondbóltsvøllinum tá ið Eydnudeildin venur