SMS-deildin: Kyndil kann taka H71 aftur í kvøld

StÍF bjóðar Kyndli av í Havn í SMS-deildini í kvøld

Tað verður trupul avbjóðing hjá Erlu J. Petersen og StÍF ímóti Kyndli í kvøld

Tað verður trupul avbjóðing hjá Erlu J. Petersen og StÍF ímóti Kyndli í kvøld

SMS-deildin: Kyndil - StÍF klokkan 18.00 í Høllini á Hálsi

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum (trýst)

Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:

StÍF - Kyndil 13-35 (21. september á Skála)

Tað eru tvey lið við ymsum málum, ið hittast í Høllini á Hálsi klokkan 18.00 í kvøld.

StÍF hevur fingið eina góðkenda byrjan á kappingarárið við fýra stigum eftir sjey dystir.

Kyndil hevur vunnið sær átta stig eftir seks dystir, men kyndilskvinnur eru helst ikki heilt nøgdar. Ósigrarnir ímóti VÍF og serliga Stjørnuni munnu níva hjá Føroyameistarunum, men fyri tíggju døgum síðani eydnaðist tað at vinna 18-14 á H71. Tá sást greitt, at verjan hjá Kyndli framvegis er í serflokki og tað sæst eisini aftur á úrslitunum í ár. Tað er bert VÍF, sum hevur megnað at skotið fleiri enn 18 mál ímóti kyndilskvinnum, men í fleiri førum hevur verið sera trupult at gagnnýta hetta í skjótálopinum. Tað hevur riggað tvær ferðir og ført til tveir stórsirgrar: 39-18 ímóti VB og 35-13 ímóti mótstøðuliðnum hesaferð, StÍF.

Tí er tað ongin ivi um, at StÍF hevur skal steðga skjótálopunum, og tað hevur liðið ikki havt tað so lætt við. Umframt sigrarnar á Stjørnuni og VB hava strandakvinnur fingið stórar avsmurningar ímóti hinum liðunum. Tað fer at krevja skilagott spæl at ikki loyva Kyndli at sleppa í skjótálop og fyrst og fremst neyvleika í teimum møguleikum sum StÍF óivað fer at spæla seg til.

StÍF tykist eisini at verða á rættari leið, og japansku leikararnir Yuiko Kurimoto og Haruka Gima tykjast at trívast betri og betri í spælinum, men tað verður ovurtrupult ímóti kyndilsverjuni.

Støðan í SMS-deildini áðrenn dystin í kvøld (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF72001495112
2H7171851632210
3Kyndil6152107458
4Neistin7174155198
5Stjørnan7176189-136
6StÍF7151211-604
7VB7156220-640

Tað verður trupul avbjóðing hjá Erlu J. Petersen og StÍF ímóti Kyndli í kvøld