SMS kvinnur: Kyndil og H71 á odda (yvirlit)

Kyndil vann oddadystin ímóti Neistanum, meðan H71 vann í enn eina málveitslu - VB lyftir seg úr botninum

Savnsmynd. Turið Arge og Kyndil eru framvegis ósigraði eftir 28-24 sigur á Neistnanum. VÍF tapti 38-32 ímóti H71.

Savnsmynd. Turið Arge og Kyndil eru framvegis ósigraði eftir 28-24 sigur á Neistnanum. VÍF tapti 38-32 ímóti H71.

Tríggir dystir vóru leiktir í dag í SMS deildini. Úrslitini vóru hesi:

Kyndil – Neistin 28-24

H71 – VÍF 38-32

VB – Stjørnan 31-27

Sí málskjúttar og stigatalvu niðast

Í Havn kundi tað rópast toppdystur, tá ið ósigraðu Kyndil og Neistin brustu saman á fyrsta sinni í ár. Og tað var Kyndil sum vann enn ein tryggan sigur við 28-24

Munurin varð skaptur um miðjan fyrra hálvleik, tá økti Kyndil upp í fýra mál. Og soleiðis varð verandi.

Kyndil er nú oddalið eftir fýra dystir og fýra trivaligar sigrar. H71 er á øðrum plássi, ósigrað eftir tríggjar dystir.

H71 vísti á heimavølli, at styrkin hjá sær tykist fyrst og fremst at vera í málskjótingini, tá ið tað eydnaðist at vinna 38-32 á VÍF. Fyri ellivu døgum skoraði H71 37 mál ímóti StÍF, meðan tað gjørdust til hóvligari 29 mál ímóti fyri einari viku síðani.

Í hinum endanum av stigatalvuni bardust VB og Stjørnan um fyrstu stigini. Tað eydnaðist VB á heimavølli at vinna tryggan 31-27 sigur eftir at hava verið á odda allan dystin. Eitt skifti var VB heili átta mál frammanfyri.

Nú verður steðgur í SMS kappingini komandi tvær vikurnar. Næstu dystirnir eru leygardagin 10. oktober. Tá tekur Kyndil ímóti StÍF, H71 vitjar í Vági, áðrenn Neistin og VÍF bresta saman í Havn leygardagin 11. oktober.

SMS kvinnur:

Kyndil – Neistin 28-24 (15-11)

Kyndil: Súna Krossteig Hansen 10 (2), Natasja Hammer 6, Turið Arge 5, Bára Krossteig Hansen 3 (1), Beinta Bárðardóttir 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Bjarta Johansen 1, Ró Nielsen 1.

Neistin: Marjun Danberg 11, Stina Madsen 7 (4), Rakul Vang 2, Frida H. Jacobsen 1, Ingunn Kristina Persson 1, Sólbjørt Høj 1, Margit Weihe Fríðmundsdóttir 1.

H71 – VÍF 38-32 (20-13)

H71: Jana Mittún 7, Elisabeth H. Simonsen 7, Sunniva Bogadóttir 6, Maria H. Weyhe 5 (2), Marita Mortensen 5, Eva Barba Arge 3, Lív B. Zachariassen 3, Christina T. Arge 1, Inga Maria Joensen 1.

VÍF: Ingibjørg Olsen 7, Agnas Olsen 7 (6), Liljan Müller 4, Ivana Meincke 4, Lív Ingdorsdóttir 4, Rannvá Olsen 2.

VB – Stjørnan 31-27 (14-12)

VB: Vladana Laxendic 8, Durita K. Hjelm 7 (5), Bára K. Mortensen 5, Sofía Schrøter 4, Bjarta Pauladóttir 2 (1), Vár Brattalíð 2, Torgerð Suðuroy 1, Tórun Vilhelm 1, Gurið K. Augustinussen 1.

Stjørnan: Katrin Bertholdsen 6 (3), Joan Sørensen 5, Oddvør Josephsen 4, Tóra Norðá 4, Maria Biskopstø 3, Andjela Josipovic 3 (1), Sonja Sirdal 2.

Støðan (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil411478368
2H71310480246
3Neistin38067134
4StÍF4113122-92
5VÍF37992-132
6VB36680-142
7Stjørnan489126-370

in.fo/itrottur/hondboltur

Savnsmynd. Turið Arge og Kyndil eru framvegis ósigraði eftir 28-24 sigur á Neistnanum. VÍF tapti 38-32 ímóti H71.