SMS-kvinnur: VÍF, Neistin og Kyndil komu best ígongd

Landskappingarnar í hondbólti byrjaðu um vikuskiftið, við fleiri spennandi dystum.

Í SMS-kvinnudeildini vunnu Neistin og Kyndil greiðar sigrar, meðan tað var sera spennandi, tá ið VÍF megnaði at basa StÍF.

Hagtøl, myndir og stigatalva niðast á hesi síðu.

Ingunn Kristina Persson skoraði níggju mál í tryggum neistasigri á VB

Ingunn Kristina Persson skoraði níggju mál í tryggum neistasigri á VB

Um vikuskiftið vóru kappingarársins fyrstu dystir í SMS kvinnudeildini leiktir.

Í Vestmanna vann VÍF 30-27 á StÍF, sum hevði verið á odda 13-12 í hálvleikinum.

Tað leikaði javnt á frá byrjan. StÍF hevði verið hug at vera á odda fyrstu løtuna, har serliga vinstri vongurin, Emmy Kass, tók av nógvum møguleikum, áðrenn eisini tríggjar japansku, Haruka Gima,  Yuika Kurimoto og Mao Otani góvu vestmannaverjuni høvuðbrýggj.

VÍF svaraði aftur við góðum atsóknum frá serliga Agnas og Ingibjørg Olsen - sum eisini høvdu yngstu Olsen-systrina, Rannvá Olsen at hjálpa sær.

StÍF hevði hug at renna undan stutt fyri steðgin, men VÍF fekk minkað úr trimum niður í eitt mál á muni til hálvleiksstøðuna 13-12 til StÍF.

StÍF varðveitti leiðsluna sjey minuttir inn í seinna hálvleik. Tá fekk heimaliðið um endan og fór eisini at økja - upp í fýra mál á muni eina løtu.

Men StÍF svaraði aftur og minkaði niður í eitt mál á muni, tá ið tveir minuttir og tjúgu sekund restaðu í.

Seinasta løtan var ein dystur um at halda bindindi. StÍF fór for fram á miðjuna at verja, men ein útvísing gjørdist dýr, áðrenn Agnas Olsen var heppin at fáa ein bólt í StÍF-málið í seinasta minuttinum. Bólturin traff málverjan, men datt í málið.

Hesum kom StÍF ikki aftur frá, og VÍF vann at enda 30-27.

Í Havn vann Neistin 26-16 á VB.

VB var á odda 1-0, men útliðið fekk trupult at skjóta mál henda dagin. Neistin svaraði aftur við fimm málum á rað, og dysturin gjørdist ongantíð spennandi. Eftir 12-6 í hálvleikinum øktu tær bláu upp aftur meira so at Neistin vann kappingarársins fyrsta sigur við 26-16.

Í Klaksvík gjørdist hvarv spenningurin í seinna hálvleiki, tá ið Kyndil vann 32-18 á Stjørnuni

Stjørnan var á odda 4-2 áðrenn Kyndil fótaði sær og legði seg á odda 6-4.

Dysturin var javnur stutt áðrenn steðgin. Fyrst vendi Stjørnan 9-5 til 9-9, áðrenn Kyndil svaraði aftur og økti upp í hálvleiksstøðuna 15-11.

Í seinna hálvleiki var eingin ivi. Kyndil økti upp í 22-11 og so var dysturin væl og virðiliga avgjørdur. Hann endaði 32-18 til Kyndils.

Hagtøl:

VÍF - StÍF 30-27 (12-13)

VÍF:Agnas Olsen 11 (4), Ingibjørg Olsen 7, Brynja Rógvadóttir 3, Lív Ingdorsdóttir 2 Rannvá Olsen 2, Ivana Meincke 2, Kathe Frederiksen 2, Fríða Nolsøe Olsen 1.

StÍF: Emmy Kass 6, Haruka Gima 6, Yuika Kurimoto 5, Mao Otani 4, Karina Berg Høgnesen 3, Vár D. Poulsen 1, Rebekka Zachariassen 1, Poula D. Berg 1, 

Neistin - VB 26-16 (12-6)

NeistinIngunn K. Persson 9, Sólbjørt Høj 5, Marjun Danberg 4, Stina Madsen 3, Frida Holm Jacobsen 3, Hjørdis Viðstein 1, Hervør Niclasen 1.

VB: Vladana Lazendic 7 (3), Sofia Shrøter 3, Durita K. Hjelm 2 (2), Tórunn Vilhelm 2, Torgerð Suðuroy 1, Bára K. Mortensen 1.

Stjørnan - Kyndil 18-32 (11-15)

Stjørnan: Katrin Bertholdsen 7 (3), Tóra Eliasen 6, Joan Sørensen 3, Sonja Sirdal 1, Ella Samson 1.

Kyndil: Natasja Hammer 10, Turið Arge 7 (1), Bjarta Johansen 5, Bára K. Hansen 3 (3), Beinta Bárðardóttir 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Beinta Lindberg 1, Sólja B. Poulsen 1, Ró Nielsen 1.

Støðan í SMS-deildini: (hsf.fo)

LiðDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL13218142
 NEISTIN12616102
 VÍF1302732
 H7100000
 STÍF12730-30
 VB11626-100
 STJØRNAN11832-140

Sí myndir frá dystinum ímillum Neistan og VB niðanfyri

##ms##

Ingunn Kristina Persson skoraði níggju mál í tryggum neistasigri á VB