SMS: Neistin-VÍF 27-20 (16-11) - Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Sólbjørt Høj hjá Neistanum og Lív Ingdorsdóttir hjá VÍF seta orð á 27-20 sigurin hjá Neistakvinnum

Her sæst Sólbjørt Høj hjá Neistanum í dysti móti StÍF

Her sæst Sólbjørt Høj hjá Neistanum í dysti móti StÍF

##med2##

Neistakvinnur vunnu seinnapartin ein rættiliga tryggan 27-20 (16-11) sigur á VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Neistakvinnur eru nú tvey stig frá H71, ið liggur næstfremst við átta stigum.

Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Sólbjørt Høj og Marjun F. Danberg við seks málum hvør. Stina Wardum skoraði fimm mál.

Toppskjúttar hjá VÍF vóru Agnas Olsen og Ivana Meincke við fýra málum hvør. Brynja Rógvadóttir skoraði trý mál.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum. Sigrun Mikkelsen var viðmerkjari, og hon tók stutt samanum ein uppibornan neistasigur, men ein dyst við nógvum tekniskum mistøkum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lív Ingdorsdóttir hjá VÍF, ið skoraði tvey mál fyri VÍF. Lív hevur vónir um, at unga liðið hjá VÍF kann menna seg og vinna seg í FM-hálvfinalurnar. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá Neistanum, Sólbjørt Høj. Sólbjørt hevur tiltrúgv til, at neistakvinnur kunnu geva Kyndli og H71 skarpan gang hetta kappingarárið. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL51451014410
 H714136100368
 NEISTIN410787206
 STÍF5136153-172
 VÍF499119-202
 VB486112-262
 STJØRNAN489126-370

 

 

 

Her sæst Sólbjørt Høj hjá Neistanum í dysti móti StÍF

(SMS: Neistin-VÍF 27-20. Hoyr dystarendan og samrøður við Sólbjørt Høj og Lív Ingdorsdóttir)