Smyril hevur tamarhald á tí

6-mannfør menn: Aftur í dag vunnu vágbingar tryggan sigur

Tað gekk, sum tap plagar at gera, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í Hósvík.

Smyril var fremstur á mál, Smyril hevur fult stigatal, og tað skal øgiliga nógv venda øðrvísi tríggjar tær næstu ferðirnar, enn tað gjørdi í dag, og tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, um Smyril ikki fer at vinna FM á ólavsøku.

Smyril var fremstur allan teinin, og endaspurturin var sera sannførandi.

Sundabáturin var greitt næstfremstur, og Hvessingur úr Hvalvík-Streymnesi vann lokalu kappingina við Hósvíking um triðja plássið.

 

1Smyril04:58.007
2Sundabáturin05:00.306
3Hvessingur05:04.055
4Hósvikingur05:05.414
5Gongurólvur05:07.173
6Tindur05:08.382
7Riddarin05:10.081